40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SÁL umboðar øll føroysk sálarfrøðilesandi kring heimin. Í løtuni eru 40 lesandi og av hesum lesur helmingurin í Keypmannahavn og restin aðrastaðni í Danmark ella í øðrum londum.

Av tí at vit landafrøðiliga eru langt vekk frá hvørjum øðrum í gerandisdegnum, hava vit valt at hava eitt árligt summartiltak í Føroyum, sum er við til at røkka høvuðsendamálið okkara um at stimbra samskiftið millum føroysk sálarfrøðilesandi og til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Í ár verður summartiltakið hildið týsdagin 26. juli kl. 17 í hølunum hjá Sernám í Tórshavn. Hesaferð koma tríggir føroyskir sálarfrøðingar at greiða frá, hvussu tað er at arbeiða innan teirra øki í Føroyum. Hanna Kampman greiðir frá arbeiðinum á Sernám, Anna Arnfríðudóttir Andreasen greiðir frá arbeiðinum á Arbeiðseftirlitinum og Suni Poulsen greiðir frá, hvussu tað er at arbeiða á psykiatriska deplinum. Eisini verður okkurt gott til matna og tíð til at práta við hini sálafrøðilesandi og føroyskar sálarfrøðingar.

Vit gleða okkum at síggja nógv sálarfrøðilesandi og sálarfrøðingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo