40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Móttøka verður í mentanarhøllini (gomlu fimleikahøllini á Eiði) sunnudagin 18. september kl.14:00, tónlkeikur, røður og annað er á skránni.

Mentanarhøllin í Eiðis skúla, er bygd í gomlu fimleikahøllini. Talan er um 5 venjingarhølir til tónleikabólkar og musikskúlan, og eitt framførðsluhøli við sessarókum, ið kunnu dragast út, til áleið 150 áhoyrarar.

Mentanarhøllin kemur uttan iva at ríka um mentunnarlívið í kommununi, samstundis sum hølið eisini kemur at ríka um trivnaðin.

Framførðsluhølið kann brúkast til tónleikaframførðslur, fyrilestrar, filmar ella annað á stórskíggja og mangt annað. 

Mentanarhøllin er fíggja yvir raksturin, og kostaði áleið kr 3.000.000,00

Til tiltakið sunnudagin koma Marius Ziska, Eiðis kórið og Norljómur at hava tónleikaframførslur.

Tiltakið sunnudagin er alment og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo