Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin: Amerikanska songkvinnan Suzi Quatro, sum hevur verið partur av altjóða tónleiki í hálva øld, kemur nú til Føroya at hava konsert á fyrsta sinni.

Í grundini er tað undrunarsamt, at hon ikki áður hevur verið í Føroyum, tí hon hevur uttan steðg spælt tónleik, síðani hon var ung genta, og føroyingar hava lurtað nógv eftir hennara tónleiki. Men nú kemur hon so á Summar Festivalin at hava framførslu.

– Føroyar eru eitt av fáu støðunum, har eg ikki havi spælt. Eg havi hoyrt nógv um, hvussu vakurt tað er í Føroyum, og tað er spennandi umsíðir at sleppa at spæla í Føroyum. Eg ætli mær at koma í góðari tíð, so eg eisini fái uppliva landið eitt sindur, sigur Suzi Quatro.

Suzi Quatro verður roknað sum rocklegenda og slóðari fyri kvinnur í altjóða rocktónleiki, og fólk í vinnuni hava stóra virðing fyri henni og hennara yrkisleið. Sjálv er hon bara fegin um, at hon framvegis er í góðum formi og sleppur at spæla konsertir fyri fólki víðahvar.

Suzi Quatro vaks upp í Detroit, kenda bilbýnum í statinum Michigan í USA. Hon hevði tríggjar systrar og ein beiggja. Pápin var tónleikari, og nógvur tónleikur var í familjuni.

– Tá ið eg var fimm ára gomul, sá eg Elvis Presley í sjónvarpinum, og í mínum lítla barnaheila hugsaði eg, at hatta vildi eg eisini gera, sigur hon.

Stóra gjøgnumbrotið kom, eftir at hon sum ung kvinna flutti til Onglands og í 1973 fekk fyrsta stóra hittið, "Can the Can". Síðani komu hittini sum perlur á snóri – "She's In Love With You", "If You Can't Give Me Love", "Stumblin' In" og fleiri. Suzi Quatro hevur samanlagt selt yvir 55 milliónir plátur, og hon hevur verið á enska hitlistanum í meira enn hundrað vikur.

Nú eru júst 50 ár liðin, síðani Suzi Quatro fekk gjøgnumbrotið, og hon er framvegis sera virkin og væl fyri. Hon spælir regluliga konsertir um alt Europa, og hon hevur stóran bólk við kórsangarum og blásarum afturat sær.

– Eg sigi altíð, hvussu gomul eg eri, tí eg havi onga orsøk at fjala út yvir aldurin. Eg eri 73 ára gomul, og eg eri sera errin av, at eg framvegis kann gera tað, sum eg geri á pallinum. Eg eri væl fyri, og eg fjali meg ikki fyri aldrinum, sigur hon.

Suzi Quatro spælir á Summar Festivalinum leygarkvøldið kl. 23.

Her ber til at síggja video-samrøðu við Suzi Quatro:

https://youtu.be/nfLTk6XC7Cs

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo