40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sí myndir her

Orð og Myndir/Dávur Winther: Tað var ein frálík og serstøk konsert, sum kvatrettin, Svabonia hevði í serstøku húsum Nólsoyar Páls í dag.

Tað vantaði bert, at fólkini, sum spældu, sótu undir parúkkum og høvdu spenni á skónum – júst, sum á døgum Nólsoyar páls.

Kvartettin, Svabonia er mannað við Angelika Hansen á violin, Fiona Parker á horn, Daniel Rye á klarinett og Ólavur Jakobsen á gittara. 

Til endans á konsertini slapp ein ung genta á bert 11 ár at spæla við. Sólja, sum gentan eitur, er dóttir Fiona Parker og Daniel Rye.

Hon spældi merkisverduga væl, og spældi hon uppá violinina hjá Nólsoyar Páll.

Kvartettin spældi serliga løg úr eini nóta- ella minnisbók hjá Svabo, sum Daniel Rye hevur lagt til rættis fyri hesa kvartettina. Men eisini spældu tey samtíðarverk eftir Beethoven og Mozart – lættar dansir.

Bókin hjá Svabo er dagsett í 1775 og eru í henni eini 230 upptekningar av ymsum løgum ella dansum, hann hevur skrivað niður – Summi teirra hevur hann hoyrt og skrivað niður, meðan onnur teirra eru hansara.

Henda minnisbók, sum seinni av tilvild varð funnin við eina umvæling undan væðingini, hevur verið tátíðarinnar iPhone ella iPad.

Sí myndir her

Samtíðarfólk Svabos:
Wolfgang Amadeus Mozart
27. januar 1756, Salzburg, Eystrurríki
5. december 1791 

Ludwig van Beethoven
December 1770, Bonn í Týsklandi
Deyður 26. marts 1827 í Wien, Eystrurríki

Jens Christian Svabo
1746, Miðvágur
14. februar 1824, Tórshavn

Nólsoyar Páll
11. oktober 1766, Nólsoy
Deyður 1808/9

Violinin hjá Nólsoyar Páll
Til høvið í dag varð spælt uppá eina lítla violin, sum annars er í varðveitslu á Tjóðsavninum. Hesa violin sigst Nólsoyar Páll at hava átt, og skal hava spælt uppá hana saman við Svabo, sum var virkin í tónleikalívinum í Tórshavn og har umvegir í síni tíð.

Útsetingarnar, sum Daniel Rye eina mest hevur staðið fyri, vóru væl frágingnar og sluppu tey ymsu ljóðførini framat við hvør sítt høvi. Ljóðførini stuðlaðu væl hvørt annað, tó at tey eru so ymisk.

Ein frálík konsert í ”góðustovu” hjá Nólsoyar Páll, har tú kundi lata hugin reika aftur í tíð – Ja, kanska hava fyrstu strofurnar av Fuglakvæðinum verið spældar upp á hesa fiólina.

Tað er Johan Mortensen úr Havn, ættarmaður Nólsoyar Páls, sum hevur tikið stig til, at til bar at sleppa at spæla uppá hetta serstaka ljóðførið, sum helst hevði kunna sagt frá mangari søgu eftir síni ferð.

Hølini á Nólsoyar Pálsgarðinum vóru eisini stak væl egnaði til endamálið við góðar ljóðgóðsku.

Helst verður henda fiólin aftur á lofti, tá ið Nólsoyar Pálsgarðurin alment letur dyrnar upp seinni í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo