Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Spurningurin stendur framvegis opin, um landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur ella ikki hevur sagt, at persónlig sambond diktera, hvør fær hvørjar uppgávur frá Tórshavnar kommunu.

At landsstýrismaðurin skjýtur seg undir, at hann hevur úttalað seg generelt og ikki um Tórshavnar kommunu spesifikt, tað ger bara støðuna verri, tí so leggur hann allar kommunurnar undir korrupsjón.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann er skeivt endurgivin. Trupulleikin er, at landsstýrismaðurin ikki greiðir frá, hvat er skeivt endurgivið. So skuldsetingarnar standa framvegis.

Heldur landsstýrismaðurin fast um, at talan er um ein generellan trupulleika, so má Kommunufelagið taka málið upp beinanvegin, tí hetta er ikki hissini skuldseting.

Tað er eisini ein rættiliga álvarslig ákæra, tá landsstýrismaðurin sigur, at slíkar illgitingar trívast millum fólk, orsakað av manglandi gjøgnumskygni í kommununum.

Í Tórshavnar býráð eru øll mál fult gjøgnumskygd og hava verið gjøgnum faknevndir og fíggjarnevnd, áðrenn tey eru viðgjørd á opnum býráðsfundum, har øll hava atgongd og nærum hvørt einasta mál er einmælt samtykt.

So ákæran umfatar ikki bara leiðslu og umsiting, men alt býráðið.

Svarið frá landsstýrismanninum er tí als ikki nøktandi.

Hansara úttalilsi liggja sum grund undir álvarsligum ákærum móti leiðslu, umsiting og býráði um korrupsjón, umframt at allar hinar kommunurnar nú eisini verða skuldsettar at viðgera mál við manglandi gjøgnumskygni.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Les eisini:

Løgmálaráðharrin ákærir Tórshavnar kommunu fyri mutur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo