Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024.

Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við írsku og skotsku hellingini. Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar. Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Miðallongdin var gott 25 cm og miðalvektin um 100 g í okkara prøvum í ár.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd fyrst í mai.

Les alla frágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo