40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Eg fylli áttati næstu ferð, so um eg skal fara undir okkurt annað og taka við nýggjum avbjóðingum, so er tíðin komin, sigur eigarin av Hotel Streym, Svend Aage Ellefsen, sum hevur fingið eitt gott tilboð.

VP ringdi til Svend Aage Ellefsen, sum var á veg vestur í bilinum, og hann váttar, at hann umhugsar at selja hotellið, nú hann hevur fingið eitt gott tilboð.

Men tað eru nú ikki bara nýggjar avbjóðingar og gott tilboð, sum hevur fingið Svend Aage Ellefsen at umhugsa at selja gistingarhúsið Yviri við Strond.

- Eingin av eftirkomarunum hevur hug at reka hotellið víðari, sigur Svend Aage Ellefsen.

Svend Aage Ellefsen nevnir eisini at hann er vorðin nakað gamal til at fara undir eina beinleiðis/óbeinleiðis kappin við landskassan, sum umvegis Atlantic Airways er komin inn sum ein virkin partur á marknaðin.

At enda sigur Svend Aage Ellefsen, at hann metir ikki, at korona fer at hava nakra ávirkan á hotelvinnuna framyvir, tí skjótt fara vit at fáa eina vaksinu, og tá fara hjólini at mala aftur við fullari ferð.

Ein av fyrstu døgunum verður endalig støða tikin til, um Svend Aage Ellefsen selur ella ikki.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo