40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað prutlar av álvara undir lokinum við russiska markið, og nú vil Russland hava orð uppá, at hvørki Svøríki ella Finnland verða innlimað í Nato. Tað lyfti vil Nato kortini ikki geva, og tí er støðan í seinastuni blivin enn spentari enn hon hevur verið síðani Russland av álvara fór at flyta herfólk og -útgerð til ukrainska markið.

Svøríki hevur seinastu dagarnar sent hermenn til Gotland í Eystarasalti, men tað er ikki tí at landið beinleiðis stúrir fyri einum álopi, tað sigur Thomas Ängshammar frá eindini í svenska herinum sum hevur ábyrgd av Gotlandi.

- Vit síggja ein vaksandi áhuga og aktivitet í okkara nærumhvørvi, og tí noyðast vit at reagera, sigur hann við SVT.

Svøríki hevur í fleiri umførum jagstrað russiskar kavbátar í skergarðinum, seinast í 2014. Í 1981 rendi ein russiskur kavbátur á land við Karlskrona. Seinni kom fram, at hann hevði kjarnorkuvápn umborð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo