Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygarkvøldið 30. juni verður Vágsbotnur í Havn aftur fyltur við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pall á ársins konsertdegi. Longu nú er greitt, at Nephew, Mike Perry, Gilli, Byrta, Hardinger Band, Hamradun og Danny & The Veetos verða millum mongu nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni í summar. Og í dag boða fyriskipararnir frá, at eisini Swangah verða millum mongu nøvnini.

Swangah spældu millum lítið og einki í fjør, men nú hava rappararnir úr Havn tikið mikrofonirnar fram aftur og fara at spæla á Okkara Voxbotn. Og ikki kann sigast annað enn at teir duga at fáa lív í eina fjøld. Síðani teir tóku ungdómin við stormi við løgum sum Gentan er Farlig, Frá Bygd til Bý og øðrum hittum, hava ummælarar og áskoðarar tikið væl ímóti teimum. Teir hava langt síðani fingið staðfest, at teir eru millum tað best umtókta, vit eiga í Føroyum.

Fyrr í ár góvu teir fløguna "Lán Mær Eitt Oyra" út, og sjálvir siga rapparanir úr Havn, at teir hava ongantíð verið meira stoltir enn yvir hetta seinasta verkið.

Nú verða teir so at hoyra á heimavøllinum í Vágsbotni í Havn, har teir lova eitt brak av eini konsert.

Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 hevur gingið sera væl, tí nú byrja atgongumerkini at ganga undan og fleiri sølustøð eru nú útseld. Fyriskipararnir vænta tí, at tað fer at verða útselt um heilt fáar dagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo