40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So gjørdist onnur aldan av koronsóttini veruleiki. Vit føroyingar vórðu tiknir á bóli. Vit hava sólað okkum í friði og náðum við ongum smittaðum her á landi, eftir at fyrra korona-bylgjan legði seg.

Men samstundis hava onnur lond verið har rakt av hesi sótt, sum hevur holvt seg omanyvir lond og ríki bæði eina og tvær ferðir. Meðan vit her í Føroyum hildu standa væl til, vórðu vit enn einaferð rakt av hesi sótt, sum skilir vin frá vini, systkin, frá hvørjum ørðum og børn frá foreldrum, ið eru á eldraheimum og sambýlum, tí vandamikið er at hava tætt persónligt samskifti. 

Sum skilst, so hevur hetta elvt til at næstringar hava tikið penn í hond at geva myndugleikunum og øðrum skuldina fyri hesa nýggju innrásina av korona.

Orðafellið ”syndabukkur” 
Hóskvøldið 6. august varð heitt á biskup at koma í ”Dag og viku”. Sjónvarpsmaðurin legði fyri vit at siga, at fólk nú royndu at finna ”syndabukkar”, sum kundu lastast fyri at hava drigið korona-sóttina aftur til landið. Hesi ákæru kundi bispur sjálvandi ikki siga stórvegis um. Hann veit líka lítið sum vit onnur um hvat og hvussu. Veruleikin er tann, at koronasmittan er okkara millum og hevur ónatúrligar  skilnaðaravleiðingar við sær.

Áhugavert er, at bíbilska orðið ”syndabukkur” var nýtt sum ein yvirskrift í Degi og viku ár 2020.  Av og á hoyrir ein at bíblian ikki er tíðarhóskandi longur. Men Dagur og viku hetta augustkvøldið í 2020 prógvar at Bíbliuheiti kunnu seta dagsskránna á okkara  sjónvarpspalli. Mong bíbilsk orðafelli verða nýtt í dagsins samskifti millum manna. Vit nevna nøkur:

”Hann hevur eitt Jobs tol.”

”At verða sendur frá Pilatusi til Heródes.” 

”Hann varð gjørdur til syndabukk.”

Vit taka orðið”syndabukkur”, sum kemur fyri nakrar ferðir í Bíbliuni:

”Nú bar hann (Áron høvuðsprestur) fram offur fólksins. Fyrst tók hann bukkin, sum skuldi vera syndoffur fólksins, drap hann og ofraði hann sum syndoffur....” (3. Mósebók 4,23)

Hendan ofringin av ”syndabukkum” fór fram ferð eftir ferð, ár eftir ár, tí fólkið syndaði ferð eftir ferð og ár eftir ár.

Her er tað spádómsorðini um Kristus kunnu koma inn, sum skrivað stendur í Esaiasi 53,5:

”Ja, hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum hansara eru vit grødd.

Kristus gjørdist syndabukkur fyri okkum øll!

Hann tók synd okkara, ikki bert fyri EITT ár, men fyri ALLAR ÆVIR.

Hetta kemur so greitt fram í Hebrearabrævinum, har skrivað stendur:

”Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum EGNA blóði, EINA FERÐ fyri allar inn í halgidómin og vann okkum ÆVIGA endurloysing.”  (Hebrearabrævið 9,12)

Latið okkum ikki leita eftir syndabukkum í hesi koronatíð!

Latið okkum øll leita eftir heimsins størsta syndabukki... JESUSI, sum tók alla synd okkara á seg á Golgata krossi!

 Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo