40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Grindin sum legði beinini í Leynum í gjár verður skift í drápspartar og heimapartar í Kvívík og Vestmanna.

Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, fyri VP.

Hvalirnir vóru tilsaman 51 í tali. Skinnatalið var 474.

- Grindin verður skorin upp um tvey tíðina og seðlarnir koma út aftaná kirkjutíð, sigur Finnbogi Midjord.

Spurdur um grindin er góð, sigur Finnbogi Midjord, at talan er um stórar hvalir.

- Men teir hava so at siga allir svullir og lús, sigur hann.

Tað er nakað lýtt í veðrinum, men hvalirnir verða spulaðir alla tíðina, so teir ikki skulu gerast ov heitir og tvøstið spillast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo