Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Kvívík lógu grindahvalir um alla bygdina. Her er tað í skúlagarðinum.

Í Kvívík lógu grindahvalir um alla bygdina. Her er tað í skúlagarðinum.

Í Kvívík lógu grindahvalir um alla bygdina. Her er tað í skúlagarðinum.

Røddir hava verið frammi um, at serliga seinna grindin í Norðstreymi mikudagin, tann sum doyði í Leynum, ikki átti at verið hildin til, tí ein onnur stór grind hevði lagt beinini í Vestmanna fáar tímar frammanundan.

Tilsamans løgdu umleið 450 hvalir beinini henda seinnapartin og svaraði tað til umleið 2.800 skinn ella eini 140 tons av tvøsti og helvtina so nógv av spiki.

Tað var sostatt sera nógv grind í sama øki uppá stutta tíð, og ivasamt var um avsetningur fekst fyri øllum. Lýtt var í veðrinum og tvøst og spik kann tá skjótt spillast. Fleiri kommunur sum fingu bjóða part takkaðu nei.

Fleiri sum VP hevur tosað við, sum sum ikki leggja í at standa fram, siga, at partarnir vóru alt ov stórir hjá nógvum, og nógv fór tí burtur.

Men Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, sigur, at hesar atfinningarnar eru ikki komnar honum fyri oyra.

- Tað gekk væl at taka upp og alt kom mær vitandi til høldar, sigur hann við VP.

- Men hvør tekur avgerðina, um ein grind skal haldast til ella ikki?

- Tað gera vit, sýslumaðurin og grindaformenninir í felag.

- Og tað kom ongantíð uppá tal ikki at halda seinnu grindini til, tí ein onnur stór grind júst hevði lagt beinini í sama øki?

- Nei. Tað var ynski um at reka seinnu grindina á Leynar, og eg var samdur í tí, sigur Kristjan Martin Joensen.

Hann sigur, at fólk í økinum vóru glað fyri grindina, tí har hevur ikki verið grind í fleiri ár, og fólk áttu lítið eftir av grind.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo