40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Filmsfelagið: Tað var hóskvøldið 13. og fríggjakvøldið 14. januar í 1972, tá Fríðrikur kongur IX doyði og Margreta drotning II tók við danska Ríkinum, at altjóða souldrotningin, The Queen of Soul, sang inn plátuna “Amazing Grace” við kóri í the New Temple Missionary Baptist Church, har suðri í Los Angeles.

Upptøkan varð filmað uttan klapptræ og drotningin vildi ikki at filmurin skuldi vísast almenninginum, tí hann var ikki ljóðrættur. Leikstjórin Sidney Pollack var ein av teimum, sum átók sær uppgávuna, men hann doyði 73 ára gamal í 2008. Síðan hava upptøkurnar verið goymdar. At tær nú eru komnar í ljósmála og gjørdar lidnar er eitt undir, siga ummælarar og tíðarrit og geva filminum yvirskriftina ”Respect” og ”Amazing Grace”.

Lítla filmsútleigarafelagið Miracle Films hevur útvegað Filmsfelagnum “Amazing Grace”, sum er konsertfilmur við Arethu Franklin og kóri í The New Bethel Baptist Church í Watts í Los Angeles fyri 48 árum síðan.

Plátufelagið Warner Brothers tók alt upp á film, men ikki fyrr enn nú, hálvt annað ár eftir at Souldrotningin doyði 76 ára gomul, er filmurin liðugur, leysur av rættarmálum og tøkur hjá biografum at vísa.

”Amazing Grace” er ein kærkomin gáva, siga ummælarar.

“Amazing Grace” er millum teir filmar, sum á brúkarastýrdu filmtænastuni IMDB hava fingið bestu ummæli longu frá byrjan. Metascore, sum er eitt styrkital, ið byggir á ummæli, er 94.

Ummælarar hjá The Guardian, Rolling Stone, Variety og New York Times, geva ”Amazing Grace” fult stigatal. Rolling Stone skrivar, at filmurin er “The Gospel According to Aretha Franklin”.

Atgongumerkjasølan til søguligu kirkjukonsertina við souldrotningini Arethu Franklin er byrjað á netinum og við skivuna.

Knút Háberg Eysturstein fer at innleiða sýningina við "Amazing Grace" í Filmsfelagnum 22. januar klokkan 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo