40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Aftaná valið snýr tað seg um at finna semjur. Valstrýðið snýr seg um at finna mun á.

Vit hava við fleiri greinum víst okkarar ætlanir. Hesar vísa, at tað er munur á:

- Her vil eg búgva- snýr seg um at gera eina ætlan fyri tey óbygdu økini í allari bygdini. Her vilja vit vísa á møguleikar til serstakar byggiætlanir millum hini húsini - og verja fyri at vit ikki missa meira fyri minnið.

- Mykinesnevndin má virka-.

- Flogvøllin aftur á beint-. Her verður víst á, ta út av lagi vánaligu planleggingina, framd er á flogvøllinum.

Terminalurin liggur og forðar fyri nýggjari hangar til Atlantic og aðrari útbygging til framburð. Gjørt varð vart við hettar áðrenn byggiloyvið varð givið. Vit vilja gera eina byggiætlan fyri flogvøllin sum verður tikin við í byggisamtyktina.

- Vit eru øll saman um tað-. Vit vilja gera eina byggisamtykt fyri alla kommuna sum við afturvendandi borgarafundum tryggjar at tit verða hoyrd og kenna til tann planin og allar planir sum eru viðkomandi fyri tykkum.

- Øki til handilsvinnu, stórdystir og mentan-. Helst er hettar staðið, innfrá landsvegnum móti Molddumpinum niðri í Brennuni, tað staðið sum liggur triðbest fyri, í øllum landinum, til at verða sýnisgluggi fyri handli, ítrótti og mentan. Vit vilja gera eina ætlan sum vísir okkum á møguleikarnar.

- Eitt reint umhvørvi og Langtíðarfíggjarætlan-. Sjálvandi skulu vit hava eina langtíðarfíggjarætlan. Tá spurt verður um nær spillvatnsætlanin verður liðug, skulu vit sjálvandi áleið kenna svarið. Svarið kann ikki vera: Jú vissi vit brúka so og so nógvar pengar um árið so verður honum liðug tá og tá. Við eini langtíðarfíggjarætlan kenna vit svarið.

- Vit skulu geva borgaranum og dagliga rakstrinum størri ans-. Vit vilja skipa dagliga raksturin av allari kommununi betur. Gera, raðfestingar og fastar manngongdir fyri røkt og viðlíkahaldi av øllum bygdunum og gera liðugt tað, sum liggur í hálvum gekki. Vit vilja fjálga um og seta tíð av soleiðis at tykkara ynski til betringar verða hoyrd. Vit vilja birta upp undir ágrýtni hjá tykkum sum við vinnulívi, ítrótti, og tykkara dagliga arbeiði gera okkara kommunu til ein betri heimstað!

Á okkara lista er full semja um visiónirnar. Tí hevur tað alstóran týdning at okkara listi fær meirilutan og tekur við leiðsluni komandi fýra árini.

Listi A í Sørvágs kommunu. Saman við tær, ein betri heimstað.

Jákup á Stongum 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo