Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

KVF-stjórin heldur at vanligi føroyingurin ikki veit, hvør blaðstjórin í Miðlahúsinum er - at blaðstjórin er javnaðarblaðstjóri í Javnaðarhúsinum.

Men allir føroyingar vita, at javnaðarblaðstjórin er sum skorpiónin - ið má stinga! Tað liggur í dna-num.

KVF-stjórin vil hava neyvt at vita, hvat VP hevur at finnast at, og henda grundgeving verður sjálvandi altíð brúkt av KVF, so sleppast skal undan at taka í egnan barm.

Ein kringvarpsstjóri, sum sigur seg útvelja eftir dygd, royndum og innliti í politikk, eigur eisini at hoyra og síggja at viðmerkjarin er javnaðarblaðstjóri á javnaðarmiðlinum ”Miðlahúsið”.

Líkasovæl sum KVF-stjórin dugir at síggja og hoyra, hví hann frávelur aðrar viðmerkjarar.

Men Ivan Niclasen, sært tú heldur ikki at tú hevur skarpasta, hvassasta, gløggasta, og ein av royndastu journalistunum í tínum egna húsi?

Enntá fleiri!

Hvat við Brynhild Thomsen?

Finst nakar betri enn hon?

Og um onkur av eini og hvørji orsøk ikki vil hava eina kvinnu at viðmerkja, hvat so við Øssuri? Høgna? Jón Brian? og fleiri....

Ikki sannheit!

Ert tú ræddur fyri at brúka tíni egnu fólk, tí tú heldur at KVF so verður skuldsett fyri at vera politiskt heft?

At trúvirðið fýkur?

At tíni fólk ikki gera sítt arbeiði til lítar?

Hví ”public service as usual” Ivan?

ólavur

Les eisini:

Um at viðmerkja veljarakanningar

Er Kringvarpið veruliga so elendugt?

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo