Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin klokkan 16 verður forvitnislig bókaframløga í nýggju kaféini Paname í Gamla Bókahandli. Elin á Rógvi fer eisini at lesa úr bókunum, og okkurt gott til góman verður at fáa.

Í vikuni koma heilar tvær upprunaføroyskar myndabøkur út. Talan er um tveir royndar og væl umtóktar høvundar, Bárð Oskarsson og Elsubeth M. Fossádal. 

Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta
Elsubeth M. Fossádal, sum sjálv er lækni, hevur skrivað hesa fittu og viðkomandi bókina um tað at fáa heilsaskjálvta. Bókin er tann triðja í eini røð av upplýsandi bókum til børn. Hinar eru 'Drongurin í grønum gummistivlum' og 'Julia og bjargingarvesturin'.

Tá ið skrubban sær okkurt bjart í ælabogalitum koma sveimandi úr erva, kann hon ikki bara sær at bíta í tað, hóast krabbanum dámar tað einki. Og við eitt verður skrubban syft upp úr dýpinum og endar við einum klamsi á onkrum, ið er hart sum grót. Nú eru góð ráð dýr! Skrubban er púra í ørviti og veit ikki, hvar hon er. Hvat er hent? Og hvat skal hon gera nú? Eftir á havsins botni stendur krabbin og heldur, at hann hevur mist skrubbuvinkonu sína fyri altíð.

Eftir bókaframløguna frá klokkan 18-20 er Elsubeth at hitta í Bamsuskaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, har hon fer at kanna og viðgera sjúkar bamsur. Bamsuskaðastovan er til høgru beint innanfyri høvuðsinngongdina á Landssjúkrahúsinum. Hygg eftir bamsuskeltinum!

Træið
Enn einaferð hevur Bárður gjørt eina myndabók, sum á yvirflatuni sýnist rættiliga einføld, men sum kortini rúmar eina rúgvu av stuttligum og undurfullum detaljum. ‘Træið' er søgan um kaninina, Bob, hundin, Hilbert og eitt træ. Hilbert og Bob eru vinir. Men Hilbert er ein snedigur snigil, og Bob veit ikki ordiliga, um hann skal trúgva øllum, sum Hilbert sigur. Til dømis, tá ið Hilbert sigur, at hann hevur verið hinumegin træið. Og als ikki, tá ið hann sigur, at hann dugir at flúgva og hevur ferðast um alla verðina, tí Hilbert hevur ongantíð verið burtur leingi …

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo