40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá ið stórtíðindini spurdust um, at føroysk umboðsstova í Ísrael var í ljósmála, fegnaðist eg saman við so mongum her á landi. Tí seinastu 43 árini havi eg verið ferðaleiðari í Ísrael og leitt nakrar túsund av londsmonnum mínum gjøgnum hetta serstaka landið.

Mong gleddust. Men ikki allir flokkar á løgtingi gleddust saman við okkum, at vit sum tjóð kundu taka hetta stig. Onkur av flokkunum metti tað vera betri at nýta ásettu peningaupphæddina fyri stovnsetan av føroyskari umboðsstovu í Ísrael, til okkurt annað endamál?

Tey fólkini, ið stovnaðu ísraelska státin í 1948, vóru – mestsum øll - menn og kvinnur í ísraelska arbeiðaraflokkinum.

Nøkur av teimum kendastu eru David Ben Gurion, Yigal Allon, Chaim Weismann, Moshe Sharett, Levi Eskol og Golda Meir, sum hevði fleiri ráðharrastørv, var sendiharri Ísraels í Russlandi, forsætisráðharri og uttanríkisráðharri Ísraels árini 1956-66.

Flestu okkara  - eisini flokkar og tingmenn - hava aloftast egnar hugsanir um hvussu almennur peningur eigur at verða  nýttur. Seinasta dømi var filmurin, sum Jenis av Rana mentamálaráðharri ikki vildi lata almennan pening til, vegna ljóta málnýtslu. Tøkk fyri tað, Jenis.

Vit føroyingar hava umboðsstovur víða um heim. Ongantíð veit eg meg hoyrt tingfólk siga, at peningurin varð betri nýttur til annað endamál – uttan nú - tá ið tað snúði seg um at lata sendistovu upp í Ísrael!!!

Eg hevði væl skilt, um menn vóru ivasamir at seta á stovn føroyska sendistovu í Peking.

Kommunistiska Kina er kent fyri at knúska øðrvísi hugsandi og demokratiskar rørslur.

Kristnir leiðarar verða íðiliga settir í fongsul – og summir komu ongantíð aftur fyri dagsins ljós.

Men umboðsstova Føroya í Ísrael er nú ein staðfestur veruleiki.

Við hesum stigi er ein av mínum persónligu dreymum vorðin veruleiki.

Hetta gleðir meg almikið.

Hetta er eitt stig á leiðini í góðu viðurskiftum okkara við Ísrael og jødiska fólkið. Hesi viðurskifti hava – á serstakan hátt - verið støðug og ment seg síðani 1973, tá fyrsta føroyska bólkaferðin varð gjørd til Ísraels – og tær ferðir, sum hava verið gjørdar siðani.

Fegin og takksamur, at fáa møguleikan at vera við á fyrstu føroysku bólkaferðini í Ísrael, somuleiðis at hava verið við at byggja upp góðu vinabondini og gagnligu menningina millum londini bæði.

Enn eru stig, ið bíða eftir at verða tikin fyri at náa enn longur fram á mál í samskiftisviðurskiftum okkara við Ísrael.

Enn eru dreymar, ið bíða eftir at gerast veruleiki!!

Svenning av Lofti
lofti@olivant.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo