40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eftir at tað er avdúkað, at Kvf í seinastu sendingini um skattamálið hevur manipulerað og klipt og sett saman bæði myndir og ljóð, so tað skal passa inn í ein samanhang, er vert at spyrja uppaftur: 60 ár afturat við Kvf?

Tað er annars ikki fyrstu ferð, at Kvf undir leiðslu av Lamhauge/Weihe toyminum alment demonstrerar, at tey gjøgnum kraftfulla sjónvarpsmiðilin hava fingið uppí hendi makt, sum tey illa eru før fyri at umsita.

Fleiri minnast helst sendingina um Eik húsagangin, har fyrrverandi stjórin, Marner Jacobsen, spældi høvuðsleiklutin. Áhugaverd sending, gamaní, men eisini jassað upp við undirliggjandi dramatiskum ljóðeffektum og óvanligum klippiteknikki sum skuldi undirstrika hvør spældi hvønn leiklut. Skuldi vejka tær røttu og tilætlaðu kenslurnar fram í hyggjaranum.

Serliga eitt klipp í tí sendingini fekk Marner Jacobsen at síggja forskitnari út, enn hann í veruleikanum var. Eitt smíl var spælt í slow motion so tað vardi í fleiri sekund. Smílið kom eftir ein spískan spurning frá Jan Lamhauge, hvør skal siga, hevur tú skil fyri tí, tú spyrt um. Men tá sama brot varð spælt aftur seinni í sendingini sást, at smílið í veruleikanum tók bara ein brøkpart av einum sekundi. Tí órættaði bankastjórin vildi fegin svara spurninginum.

Sjónvarpsmiðilin er ein sterkur miðil. Hann gevur makt, og eigur bert av verða brúktur av fólki sum vita, at við maktini fylgir altíð ein (minst) líka stór portión av ábyrgd.

Vit hava áður søknast eftir eini frameftirlítandi sending í samband við 60 ára føðingardagin hjá Kvf. Eini sending sum stakk fingurin í jørðina og megnaði tað, eftir øllum at døma, ógjørliga, nevniliga at seta spurnartekin við seg sjálvan?

Er tað veruliga mest gagnligt fyri føroyingar, at 90% av føroysku journalistisku kompetansuni er samlað undir einum taki, í einum kulturi og undir einum og sama leiðara?

Neyvan, halda vit. Hvørki fyri føroyingar, ella fyri Kvf.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo