Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bjarni Djurholm hevur sett í hálsin, alt er farið í rangastrúpan, av einari røðu á tingi, sum higartil er distribuerað 40 ferðir og sædd av 8 túsund hyggjarum.

Føroya keðiligasti politikari nakrantíð kemur sær upp í sjóvarmálan við fjákutum viðmerkingum so av og á, mest fyri at síggja eina mynd av sær sjálvum á Vágaportalinum, men taki ikki feil, hesaferð er tað ikki fíggindan á Langanesi hann vil raka, men heldur seyrvingin og politiska stórtalentið Jørgen Niclasen, bert tí at hesin í sínari tíð spleysaði Djurholm so dyggiliga av í stríðnum um formanssessin í Fólkaflokkinum.

At Edva Jacobsen nú er vorðin politiska meginýtið hjá manninum, uttast á sambandsveinginum í Fólkaflokkinum, tað kemur ikki óvart á nakran.

Greinin er annars á tremur fylt við svørtum lygnum.

Jørgen hevur ikki verið á almennari vitjan hjá Runavíkar kommunu beint fyri kommunuvalið 10. november í fjør. Í 2020. Tað er ein kolasvørt lygn – og ta lygnina kunnu øll fáa staðfesta inni á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.

Eftir eina vónleysa oyðimarkargongd við landsstýrismonnunum hjá javnaðarflokkinum, Henriki Old og Heðini Mortensen, heitti eg á nýggja samferðslumálaráðharran, um ikki annað at koma inn higar, soleiðis, at hann við egnum eygum kundi síggja, hvat ið málið við innkomuvegnum snúði seg um. Jørgen játtaði, og vitjaði okkum 5. desember í 2019.

Á leið 11 – ellivu - mánaðir fyri kommunuvalið.

Runavíkar kommuna hevði einsamøll gjørt allar fyrireikingarnar til Fjøruvegin, og allir partar ynsktu eina loysn. Landskassin tók sín part og kassin hjá okkara borgarum tað sum er ímillum 55 og 98 milliónir krónur. Ikki minst varð tikið undir við hesum á Føroya løgtingi, har allar atkvøðurnar, úr øllum flokkum, í samgongu og andstøðu, atkvøddu fyri avtaluni, sum vit báðir Jørgen vóru vorðnir samdir um.

Nú vita tey flestu, at Bjarni Djurholm man vera ímillum Føroya mest humørleysu menn, og at hann eisini er ein av hesum sjáldsomu figurunum, sum fyri tað mesta, ella stútt og støðugt, fær tíðina at ganga við at kika niður og inn í nalvan á sær sjálvum, men álvaratos, hvat er endamálið við hesum, at leypa á Jørgen Niclasen við skitnasta vápni sum til er – lygnini?

Tað er ikki mín uppgáva at verja Jørgen, vit hava havt okkara stríð á politiska pallinum, men sum eg segði við onkran, sum ivaðist í, um avtalan um Fjøruvegin fór at halda: “Eg havi fingist við Jørgen á politiska mótinum síðani 1998, og hann er altso ein av teimum, sum hevur skilt álvaran í hesum, - at halda gjørdar avtalur.”

Flaggrøðan hjá Jørgen í Runavík, har hann eigur nógv skyldfólk, í tveimum streingjum, var annars millum tær frægu eg higartil havi hoyrt – og eg havi hildið og hoyrt nógvar av tí slagnum.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo