Birkblogg: Í gjár varð heimildarfilmurin Into the Deep frumsýndur á Sundance filmstevnuni, sum Robert Redford fór undir í Salt Lake City í 1978. Stevnan er hin størsta av independent slagnum í USA.
Into the Deep er fyrsti filmur, sum avstralska Emma Sullivan hevur gjørt. Hon arbeiðir í Berlin og Melbourne og hevur gjørt avtalu við Netflix bæði at gera og at vísa skakandi heimildarfilmin, sum á okkara leiðum ivaleyst fer at yvirhála alla uppspunna fiktion á løriftinum í ár.
Eitt ár innan danski Peter Madsen drap svensku Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus og sundurlimaði hana sum var hon eitt dýr, hevur Emma Sullivan fylgt og filmað mannin, ið nú er kendur sum kavbátadrápsmaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo