40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Miðlastuðulin hevur verið nógv umrøddur síðani hann kom, og fleiri eru argumentini fyri honum og finnast eisini argument ímóti honum í tí líki, hann er í dag.

Tveir miðlar hava sagt sína hugsan um miðlastuðulin, Portalurin og Dimma, og eftir argumentasjónini at døma, so skilji eg ikki, hví hesir miðlarnir søkja um miðlastuðul, tá ið tað er av sjálvsvild, tú søkir.

Um teir ikki søktu, so hevði meira verið eftir til teir miðlarnar, sum vilja hava miðlastuðulin.

So mín áheitan á miðlarnar báðar er ikki at søkja komandi ár um miðlastuðul, tí so verður meiri til teir miðlarnar, sum eru fegnir um stuðulin og kunnu brúka hann til okkurt annað enn útbering, sum í førinum hjá Dimmu.

Sum skilst á blaðstjóranum á Dimmu, so hevur Posta koyrt prísin upp á útberingini síðani 2017.

Blaðstjórin skrivar at útberingarútreiðslurnar eru "tvífaldaðar (hjá Dimmu) síðani 2017, og hjá Sosialinum og Norðlýsinum eru tær vaksnar uppaftur meira."

Og so sigur blaðstjórin at "hetta er tí, at man hevur havt ein miðlastuðul inni í myndini. Tað er eingin onnur orsøk," verður sagt.

Samstundis grundgevur blaðstjórin á Dimmu eisini fyri, at miðlastuðulin skal takast burtur, tí "við stuðlinum tekur tú initiativið burtur."

"Tað eru ikki komnir fleiri miðlar síðani, og menningin í føroyska miðlaheiminum av teimum traditionellu miðlunum er bara minkað," verður sagt.

Um so er, sum sagt verður her, og sum eisini Norðlýsið hevur skrivað um í summar, at miðlastuðulin sum pappírsbløðini fáa fer til útbering av pappírinum, so er ikki nakað galið við Posta, sum tekur gjald fyri tað, men so er okkurt galið hjá teimum sum útgjalda henda miðlastuðulin. Tí tað stendur ikki nakað í reglugerðini um, at hesin stuðul skal fara beinleiðis til Posta.

Sum stendur í reglugerðini, so er endamálið: "Dentur verður í uppskotinum lagdur á, at stuðulin skal kunna veitast tíðindamiðlum, hvørs redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum og viðkomandi altjóða viðurskiftum úr einum føroyskum sjónarhorni."

Tað kundi verið áhugavert at spurt til dømis pappírsmiðlarnar, hví teir blíva við at søkja um miðlastuðul, tá ið teir síggja at Posta bara hækkar útberingarkostnaðin, hvørjaferð miðlastuðulin verður útgoldin, og eisini, tá ið "menningin í føroyska miðlaheiminum av teimum traditionellu miðlunum er bara minkað" av miðlastuðlinum?

Halda blaðstjórarnir á pappírsmiðlunum, at Posta fer at seta útberingarkostnaðin niður, um miðlastuðulin verður strikaður? Ella at útberingarkostnaðurin kanska fellur burtur av tí?

Um allan heimin stríðist pappírið við at varðveita sínar lesarar, og í øllum londum uttanum okkum er gongdin tann sama, at færri og færri keypa og lesa pappírsmiðlar.

Hetta er ein gongd sum hvørki vit ella miðlastuðulin fáa gjørt nakað við.

Ein av orsøkunum er, at pappírsmiðlarnir eru seinni við tíðindunum enn netmiðlarnir, og eisini at pappírsmiðlarnir hava ikki stórt øðrvísi tíðindi enn netmiðlarnir hava. Ikki í Føroyum í hvussu er.

Og so er tað sosialu miðlarnir.

So at blíva við at játta størra partin av miðlastuðlinum til pappírsmiðlarnar, er ein skeiv gongd, og gevur púrt onga menning, sum blaðstjórin á Dimmu so rætt sigur.

Skulu netmiðlarnir, sum eiga 95 prosent av føroyska lesimarknaðinum, mennast, so eigur størri parturin av miðlastuðlinum at fara til netmiðlarnar, 3/4, og 1/4 at fara til pappírsmiðlarnar.

Tað er púra burturvið, at helvtin av miðlastuðlinum skal enda niðri í Miðlahúsinum.

Hvørjum líkist tað?

Tað hevur einki við Posta at gera, at helvtin av miðlastuðlinum endar hjá javnaðarmiðlunum, men hvussu hesin stuðul verður játtaður.

Nú hava vit fingið eina nýggja nevnd, sum skjótt fer at játta miðlastuðulin aftur, og spennandi verður at síggja, um pengarnir aftur hesaferð fara til Miðlahúsið og POSTA, ella um ein meira mennandi leistur verður brúktur at játta eftir, sum minnir meira um endamálsorðingina.

(Tvær ferðir hevur VP havt tema, sum royndir journalistar skrivaðu og í fleiri greinum. Úrslit: Miðlastuðulin minkaði)

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo