Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FM-finaludysturin er í gongd á Giljanesi. Havnarmenn høgrumegin, vágamenn vinstrumegin. Fremru borðini eru ovast í myndini. Fremst sæst Torkil Nielsen í djúpum tonkum á 4. borði. 14 ára gamli mótstøðumaðurin Luitjen Akselsson Apol sæst hugsunarsamur á gólvinum aftanfyri lærumeistaran á 1. borði. Mynd: jn.fo

Til endans sótu Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft Nielsen eftir við tí avgerandi talvinum. Mynd: jn.fo

Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild

Og her sæst talvan við øllum dystarúrslitunum og endaligu støðuni í 1. deild

Fegnir klaksvíkingar - bestir í bæði 2.- og 3. deild

Talvsambandið: Tað var spenningur og dramatikkur við lít, tá landskappingin í talvi endaði í gjár. Vanliga verður seinasta umfarið avgreitt sum stórt felagsumfar, men Korona-støðan bar í sær, at vent var aftur til vanligu mannagongdina, at heimaliðini skipaðu fyri sínum dystum.

Mesti spenningurin var á Giljanesi, har oddaliðini í 1. deild brustu saman í rættari FM-finalu. Havnarmenn tóku øll á bóli við einum knúsandi stórsigri á meistaraliðnum í Vágum. 3½-½ sigurin bar í sær, at steypið endaði aftur í Havn. 

Havnarliðið tóktist væl fyrireikað. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevði havt allan leikhópin saman í vikuni, og har var løgd ein greið dystarætlan niður í smálutir fyri hvørt borð. Í samráð við hinar var avrátt, at hin einans 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol skuldi fáa uppgávuna at telva við svarta fólkinum móti toppskjúttanum hjá vágamonnum, Torkil Nielsen, á 4. borði. Ungi evnaríki telvarin lønti hinum álitið aftur við at vinna ógvuliga sannførandi, og geva útiliðnum eina flúgvandi byrjan í dystinum.

Til endans lá alt á herðunum á fleirfalda føroyameistaranum Martin Poulsen á 2. borði. Hóast hann hevði yvirav sær mótstøðumenn við hægri styrkitali, var hann kortini ósvikaligur tryggur og koppaði á øðrum sinni í landskappingini í vetur favorittinum Rógva Egilstoft Nielsen, og so var alt liðugt. Tá hevði Olaf Berg eisini vunnið á 3. borði, og Helgi Dam Ziska tikið remis á 1. borði móti Høgna Egilstoft Nielsen.

Havnarliðið er ósigrað í kappingini í vetur. Teir vunnu sjey dystir og spældu tríggjar javnar. Tað er hugvekjandi, at báðir dystirnir móti øðrum liði hjá Havnini endaðu javnir. Telvararnir á øðrum liði vóru tí um reppið at forkoma felagnum meistaraheitið. Hugvekjandi er tað eisini, at báðir toppdystirnir millum Havnina og Sandavág endaðu við stórsigri 3½-½ til føroyameistararnar.

Í hinum endanum í deildini var annar lykladystur. Kollfirðingar og vestmenningar telvaðu sínamillum um hvat av teimum liðunum fór at varðveita sætið í deildini. Dysturin endaði 2-2, og tað rakk hjá kollfirðingum. Vestmenningar gjørdust júst ov stuttir. Hitt einaferð so stolta talvfelagið í Vestmanna noyðist tí tungu gongdina niður í 2. deild eftir einans eitt ár í fremstu deildini.

Úrtøkan hjá telvarunum á vinnandi liði Havnar Telvingarfelags í ár er hendan:

Helgi Dam Ziska 7/8
Martin Poulsen 5/6
Olaf Berg  4½/6
Luitjen Akselsson Apol 6/8
Sjúrður Thorsteinsson 4/6
Carl Eli Samuelsen 1/2
Rógvi Mortensen 0/1
Leif Reinert Fjallheim 1½/2
Andrias Ziska 1/1

HT og ST
Í samfull tíggju ár hevur kappingin um meistaraheitið í landskappingini í talvi staðið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Sigursrøðin er hendan:

2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT

FM-heitið í ár er hitt 24 hjá aldursforsetanum í føroyskari telving. Havnar Telvingarfelag var stovnað í 1923, og gongur tí móti teimum hundrað árunum. Landskappingin í talvi byrjaði í 1971. Býtið av FM-sigrum í fremstu deildini er hetta:

HT (Havnar Telvingarfelag) 24
KTF (Klaksvíkar Talvfelag)    8
ST (Sandavágs Talvfelag)     6
VT (Vestmanna Talvfelag)    6
KT (Kollafjarðar Talvfelag)   4
TT (Tofta Talvfelag)              1
TFS (Talvfelagið Streymur)   1

Klaksvík vann hinar deildirnar
Klaksvíkar Talvfelag gjørdi bart og vann bæði 2.- og 3. deild í ár. Tað vísir breiddina hjá felagnum. Tað tykist, sum hevur felagið ikki av álvara fótað sær aftur sum tað topplið, tað í nógv ár var, síðan felagsins aðalstuðul í mong ár, Heini Olsen, doyði fyri júst tíggju árum síðani. 

Klaksvíkar Talvfelag vann sítt higartil síðsta meistaraheiti í 2010, men hevur endað á nærum hvørjum ári síðani sum nummar trý í fremstu deildini - aftanfyri kappingarneytarnar Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Men breiddin svitast framvegis ikki. Og tað tekst ikki frá klaksvíkingum, at teir eiga fleiri javntgóðar telvarar enn flest øll onnur feløg.

Í ár vóru klaksvíkingar í flokki fyri seg í 2. deild og tryggjaðu sær spælandi sætið í 1. deild komandi kappingarár við einum liði aftrat. Og hartil eydnaðist eisini felagnum at strúka avstað við sigrinum í 3.deild við. Tað kom til endans at standa á jøvnum millum klaksvíkingar og toftamenn, men eftir regluni um mótstøðustig vunnu klaksvíkingar fínteljingina.

2. deild 10. umfar
Gøta-Klaksvík 2-2
Kollafjørður-Havnin 2½-1½
Sandavágur-Runavík 1½-2½

Endaliga støðan í 2. deild
Klaksvík 28 stig
Havnin 23
Kollafjørður 20½
Runavík 18
Sandavágur 17
Gøta 13½

Til endans sótu Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft Nielsen eftir við tí avgerandi talvinum. Mynd: jn.fo

Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild

Og her sæst talvan við øllum dystarúrslitunum og endaligu støðuni í 1. deild

Fegnir klaksvíkingar - bestir í bæði 2.- og 3. deild

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo