40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgtingið skal halda fingrarnar langt vekk frá sáttmálaósemjuni millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og hóast landsstýrið hevur hug at skerja frælsi hjá løntakarum, so átti løgtingið at virt teir karmar, sum eru rundanum ein sáttmála og sáttmálaósemju, siga feløgini í Samtak. Vilja tey í landsstýrinum hava fleiri fólk til arbeiðis eru mannagongdir fyri hesum, eitt nú ber til at seta fleiri tænastumannastørv.

Løgtingið hevur onki at gera í eini sáttmálatrætu, og leggur løgtingið seg út í málið hevur tað brotið við allar mannagongdir, lóg og rætt, sum eru og eiga at vera rundanum einar frælsar samráðingar. Heldur skuldi spurnartekin verið sett við, hví samráðingar har Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru partur av so ofta enda í sáttmálatrætu.

Tað er bara við samráðingarborðið, at til ber at finna semjuna, og hetta verður ikki framt av at brúka og misbrúk vald, sum landsstýrið hevur. Løgtingið nýtist heldur ikki leggja seg út í sáttmálatrætuna. Áhugavert verður, um løgtingslimir fara at vera stempulklokka hjá landsstýrinum ella um tey skilja, at í eini sáttmálatrætu eru formaliseraði viðurskifti og skipanir, sum báðir sáttmálapartar mugu halda seg til.

Tað eru formaliseraðar samráðingar, semingslóg, semingsfólk og fasti gerðarrætturin, sum kunnu gerast partur av møguligum tvístøðum á arbeiðsmarknaðinum. Ivasomu avrikini hjá samráðingartoymi landsstýrisins eigur og skal ikki enda við, at løgtingið noyðist leggja seg út í viðurskiftini. Hetta er misbrúk av valdi, sum parlament í einum fólkaræði ikki á nakran hátt eiga at hugsa um.

Tað er bara við samráðingarborðið, at til ber at finna loysnir. Løgtingið skal halda seg langt vekk frá at blanda seg og at misbrúka sína støðu og vald. Megnar landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ikki sína uppgávu eigur løgmaður at lata øðrum í landsstýrinum at taka yvir og finna loysnirnar.

Samtak – Føroya Arbeiðarafelag – Føroya Fiskimannafelag – Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo