40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Nú samfelagið so smátt er við at finna seg sjálvt aftur, letur Finleif Mortensen hósdagin 7. mai upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

At tað er korona kreppa sæst ikki aftur á málningunum sum verða sýndir fram í Smiðjuni, heldur eru tað teir ljósu og glaðu litirnar sum lyfta sinnið upp. Mær dámar ikki at mála daprar málningar tað skal vera litfagurt, sigur Finleif, sum eftirhondini hevur nógv ár á baki sum listamaður.

Bláu og grønu litirnar hava verið eyðkendir í hansara myndum, men nú hava eisini sterkt gulir og ljósareyðir litir fingið størri og størri pláss á løriftinum. Ótraditionellir litir, sum bróta við vanligu litsamansetingina.

Framsýningin hevur fingið heitið "Tað abstrakta og figurativa landslagið".

Teir abstraktu málningarnar byggja á nattúruupplivingar, endurgivnar sum ein litrík og  sansalig uppliving meðan teir meira siðbundnu við mynda evnum so sum Havnin, Bøur, Kvívík ella Mikladalur, eru ein nærri endurgeving av tí sædda men á ein einfaldan hátt uttan smálutir, har tað heldur er litur og formur sum hevur størri tídning. 

Finleif Mortensen hevur havt nógvar listaframsýningar ymsastaðni í Føroyum. Eisini hevur hann sýnt fram í Íslandi og Danmark. Umframt at vera listamálari hevur Finleif í fleiri ár undirvíst í málningalist á kvøldskúla.

Tað eru umleið 30 olju málningar og nøkur prent við á framsýningini sum letur upp hósdagin 7. mai  kl. 16 Framsýningin er opin til og við týsdagin 12. mai. Hósdagin er opið frá kl. 16-20 og hinar dagarnar kl 14.00 -19.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo