40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóskvøldið 17. februar borðreiddi KVF í tíðindasending síni við einum “kjaki” um radaramálið, sum tað verður nevnt.

Fremstu donsku serfrøðingarnir vóru settir við mikrofonirnar – “av tí at danir í veruleikanum hava ræðisrættin í hesum máli”, sum sjónvarpsverturin málbar seg.

Og so stóðu eisini tveir føroyskir serfrøðingar í kringvarpsstovuni, sum merkiliga væl umboða sjónarmiðini hjá fólkatingsmanni okkara (ja, honum við radaralyndi), sum fremstur av føroyskum politikarum hevur agiterað fyri, at vit skulu loyva “frælsa” vesturheiminum at seta upp henda radaran.

Men alt “kjakið” bygdi á hesa følsku fortreyt (premiss):

At vestanveldini hámeta mannarættindi, demokrati, skynsemi og frið.

Søgan hevur lært okkum, at hetta er spuni og einki annað, og júst søgan um NATO undirstrikar henda veruleika.

Hesi fólkini, sum hetta kvøldið hálovaðu vesturlendskum virðum, kundu gjørt sær tann ómak at sligið upp, hvønn óbótaligan skaða júst NATO-lond hava gjørt, síðani felagsskapurin varð settur á stovn í 1949.

Tá ið eg var úti við 30 ára gamal, vistu allir javnaldrar mínir, at NATO-lond, sum tá hátíðarhildu 25 ára stovningardag sín, høvdu íbirt 25 kríggj hetta 25 ára skeiðið. Vit vistu eisini, at Turkíið og Grikkaland, sum gjørdust NATO-lond í 1952, júst 25 ára stovningarárið – í 1974 – kríggjaðust við vápnum, sum onnur NATO-lond útvegaðu teimum.

Og nú – í 2022 - tosa bláoygd fólk um NATO sum verjufelagsskap við friðarradarum, friðarherskipum, friðarflogførum og friðarkavbátum.

Hevur eingin “serfrøðingur” hoyrt um Vietnam-kríggið, kríggið á Balkan, kríggið í Irak, kríggið í Afghanistan, kríggið í Libya, stuðul NATO-landa at verja fascistiskar valdsharrar, sum hava tikið valdið frá demokratiskt valdum stjórnum í fleiri heimspørtum?

Anders Fogh speirak føroyingar um atgerðarloysi.

Sum danskur forsætisráðharri dró hesin maðurin  fyrst í hesi øldini – við lygnini sum vápni og ímóti ST-samtyktum - bæði okkum og Grønland inn í eitt kríggj, sum í 2006 hevði kostað meira enn 650.000 irakum lívi, eitt tal sum veksur, sum árini líða, og avleiðingarnar av hungri og halli koma undan kavi.

Summir serfrøðingar hava sagt, at millum aðrar politiskar oddafiskar átti Anders Fogh Rasmussen at verið førdur fyri mannarættindadómstólin. Í staðin varð maðurin kosin aðalskrivari í NATO í 2009.

Í síni einastandandi yrking frá august 1968, “Á flogvøllinum í Rimini”, gjøgnumskoðar Karsten Hoydal, hvat ið veruliga liggur aftanfyri NATO-leikin:

“Nú leika dvørgatólini hvøll,
brandarnar evna dag og nátt,
høgir vilstir í Vølundarhøll
ei vita veg gjøgnum neistadrátt.”

Vølundur er í fornsøgum fremstur millum smiðir, ið smíða vápn. Og tað er tað, sum alt nú snýr seg um:

Kapitalisman, sum bæði valdar í okkara Vesturheimi og í Russlandi, hevur brúk fyri einum stórum kríggi, og ovastarnir í NATO eru í veruleikanum krókapolitikarar (lobbyistar) fyri  vesturlendska vápnaídnaðin.

Tað var undranarvert og sera óbúgvið at lata henda veruleikan flúgva undir radaran hetta kvøldið í KVF.

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo