Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Frá vinstru: Erik Holmgaard, dómari, Pól Falkvard (Odd), René Hansen (Taff) og Tummas Jacobsen (Moss). Hundarnir høvdu ikki stundir at vera við til myndatøkuna.

Frá vinstru: Erik Holmgaard, dómari, Pól Falkvard (Odd), René Hansen (Taff) og Tummas Jacobsen (Moss). Hundarnir høvdu ikki stundir at vera við til myndatøkuna.

Hóast líkindini ikki vóru av teimum bestu, so var seyðahundakapping á Vatnaskørðum í dag.

Seyðahundasamband Føroya skipaði fyri.

Nummar 1 var hundurin Taff við René Hansen, nummar 2 var Odd við Pól Falkvard og nummar 3 var Moss við Tummas Jacobsen.

Meiningin var at kappingin skuldi vera í tveir dagar, men vegna vánalig veðurlíkindi taldi leygardagurin ikki við, men bert dagurin í dag.

22 luttakarar vóru í kappingini. Kappast var bert í klassa trý, sum er tann torførasti.

Fleiri myndir og videobrot eru at síggja á facebookvanganum hjá Seyðahundasambandinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo