40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggj grein av ferðavinnu fer helst at taka seg upp í Tailandi, eftir at tað í 2019 gjørdist lógligt at selja cannabis undir ávísum umstøðum, eitt nú til at linna pínu.

- Heilsu- og vælveruferðavinnan er ein vaksandi altjóða trendur, og mangt bendir á, at Tailand er landið sum er komið longst, skrivar Travel Trade Outbound Scandinavia.

Cannabis varð gjørt ólógligt í 1934, men lógarbroytingin í 2019 letur upp fyri at úrdráttir kunnu brúkast, eitt nú til at matgerða.

Í Pattaya eru fleiri matstovur ið hava fingið loyvi at selja mat við cannabis í, og har ber eitt nú til at keypa 'giggling bread', 'happy pork soup' og 'joyfully dancing salad', umframt drekkivørur har cannabis eisini er uppíblandað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo