Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í formansumfarinum í gjár var bústaðartrupulleikin eitt av evnunum. Hetta samgonguskeiðið eru vit vorðin 3000 fleiri íbúgvar í Føroyum, hetta setur sjálvandi størri trýst á bústaðarmarknaðin í Føroyum. Bústaðartrupulleikin er akuttur, og tað er sera týdningarmikið at vit fáa loyst hann.

Føroyar eru fyri okkum øll, og tí eiga vit at tryggja, at vit øll hava góðar umstøður at liva í. Tað hevur stóran týdning fyri børn, at tey hava eitt trygt og gott heim at vaksa upp í. Til tað krevst ein góður bústaður, og tað skylda vit okkara borgarum at taka í álvara.

Tað er ikki rættvíst, at fólk ikki fáa lán til at byggja hús, men samstundis skulu av við stórar upphæddir hvønn mánaða til íbúðir, sum fara fyri okursprís.

Vit mugu og skulu byggja fleiri bústaðir. Serliga til teirra, ið ikki hava nógvan pening um hendi, m.a. pensjónistar, stakir uppihaldarar og lesandi.

Okkara borgarar eiga rættindi til tak yvir høvdið, og eitt trygt stað at búgva í til ein sámuligan prís, um tað so er eitt tak, ið tey eiga ella leiga. Ein loysn upp á hetta er ein almennur bústaðarbanki, sum kann vera við til at veita lagalig lán. Við bústaðarbankanum verður tað m.a. størri møguleiki at fáa lán til at byggja uttan fyri høvuðsstaðin.

Eisini eiga vit at seta býlisískoyti í verk, eins og vit kenna tað úr fleiri øðrum Norðurlondum. 

Bústaðartrupulleikin í Føroyum er ikki bert, at vit eru vorðin nógv fleiri seinastu árini. Hann kemst eisini av vanahugsan og ov lítlari raðfesting frá almennari síðu.

Vit hoyra næstan hvønn dag hugtakið um "føtur undir egið borð", sum tykist at merkja, at øll skulu byggja síni egnu (ofta ov) stóru sethús. Øll hava ikki møguleika og/ella hug til hetta.

Landið, her undir Bústaðir og kommunur skulu veita borgarum fjølbroyttari møguleikar, m.a. við íbúðum til leigu, búðum til keyps og lutaíbúðum, har borgarin eigur ein part av bústaðnum, og ein partur er ogn hjá ognarfelagi, eins og vit t.d. kenna í Tórsbyrgi og Berjabrekku í Havn og almennu Bústøðum, soleiðis at tað verður bíligari hjá keypara. Ynskiligt hevði eisini verið, at pensjónsgrunnar og fakfelag tóku lut í íbúðarbygging.

Tað almenna má seta meira íbúðarbygging í gongd, og kommunurnar eiga at fáa heimild at seta bygging í gongd, so at trupulleikin verður loystur í felag millum landið og kommunurnar. Tað hevur stóran týdning, at tað eru góðir og varandi bústaðir og ikki skundloysnir, ið ikki eru haldførar. Kommunurnar kunnu verða við at tryggja, at bústaðir verða bygdir um alt landið.

Í felag tryggja vit okkum, at allir borgarar í Føroyum hava ein góðan bústað at liva og virka í.

Hervør Pálsdóttir
Valevni Tjóðveldis

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo