Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg vil takka Kringvarp Føroya fyri hollan stuðul til flokk mín Tjóðveldisflokkin.

Eg bleiv heitur um hjartað, tá sendingin "O, móðurlandið" var send í KvF.

Vónandi fer verturin at stilla upp fyri Tjóðveldi komandi val.

Tað er altíð pláss fyri einum Kvf-fólki afturat í Tjóðveldi á tingi.

Seinastu nógvu árini hava millum 50% og 80% av okkara tingfólki í Tjóðveldi verið fyrrverandi Kvf-starvsfólki.

Um verturin verður valdur so eru fleiri stuðlar eftir í Kvf.

Eg havi seinastu tíðina veddað við synirnar um at tá eg hoyri røddina á einum  ávísum starvsfólki í Útvarp Føroya, ja, so verður frí mikrofon fyri einari Tjóðveldisrødd.

Eg havi vunnið 4 útav 5 ferðum. 

Tjóðveldisveljari 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo