Kringvarpið: Í sendingini Teir Ómettiligu 2 kom fram, at nýggj skjøl frá wikileaks vísa, at tað árliga eru flytingar frá fleiri føroyskum feløgum, sum Samherji eigur í, til og frá kypriotiskum dóttirfeløgum hjá Samherja.
Stjórin í feløgunum á Kypros, Baldvin Thorsteinsson, greiðir frá í telduposti, sum íslendskir journalistar hava funnið fram til, at við at flyta vinningin til hesi kypriotiski feløgini, er tað ein snildur háttur at sleppa undan skatti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo