40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Flóttarfólk á markinum til Iran fáa hjálp frá hjálparfelagsskapinum Reyða Hálvmána.

Flóttarfólk á markinum til Iran fáa hjálp frá hjálparfelagsskapinum Reyða Hálvmána.

Talibanstýrið í Afganistan er nú farið undir at leita eftir afganum, sum hava samstarvað við fremmandu herdeildirnar sum vóru í landinum.

Teir ganga frá hurð til hurð fyri at leita eftir hesum fólkunum, og teirra familjum, sigur norski felagsskapurin Norsk Center for Glabale Analyser (Rhipto) í eini frágreiðing sum ST hevur biðið um.

Í stórum vanda eru teir afganar, sum høvdu týðandi størv innan afganska politiið, herin og fregnartænastuna, eins og øll onnur, sum hava samstarvað so ella so við útlendska hervaldið.

- Við vænta, at øll hesi fólkini eru í stórum vanda fyri at verða pínd og avrættað, stendur millum annað í frágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo