40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Annan dagin á rað setti USA aftur í gjár met í talinum av koronasmittaðum. Yvir 94.000 nýggir tilburðir vórðu skrásettir, vísa tøl frá Johns Hopkins universitetinum, skrivar AFP.

Síðani miðjan oktober er talið á smittaðum í USA av álvara farið at taka dik á seg. Nú eru yvir 9 milliónir fólk staðfest smittað og minst 229.500 eru deyð.

Onki annað land í heiminum er nær í námind so hart rakt sum USA av korona, bæði tá tað kemur til smittu- og deyðatøl. Og læknar har siga, at onki bendir á at støðan batnar, heldur tvørturímóti. Scott Gottlieb, sum árini frá 2017 til 2019 var forstjóri í amerikanska heilivágsstýrinum (FDA) sigur, at tað er atburðurin hjá amerikanska fólkinum sum er avgerðandi fyri, hvønn veg smittan fer.

- Skal kurvan fara at ganga hinveg, so skulu amerikanarar vísa størri viðing fyri, hvussu vandamikið virusið í veruleikanum er og broyta atburð, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo