Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Tað er lagt upp til spennandi talvkapping á Jersey. Har fara komandi dagarnar tíggju lið úr smátjóðum í Evropa at kappast í sonevndu Small Nations kappingini fyri talvlandslið.

Trý lið tykjast fullkomiliga jøvn. Føroyar, Andorra og Luksemburg. Føroyar hava miðalratingstyrkitalið 2278, Andorra 2277 og Luksemburg 2276. Javnari fær tað ikki verið.

Føroyska liðið er hesaferð mannað soleiðis: 1. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2. Martin Poulsen (HT). 3. John Rødgaard (VT) 4. Luitjen A. Apol (HT) 5. Jón í Horni Nielsen (ST). Talvsambandið leggur dent á, at ein unglingatelvari sleppur upp í part á landsliðnum til smálandakappingina.

Hini liðini eru Kýprós, Liktinstein, Jersey, Guernsey, Malta, San Marino og Monako. Øll liðini telva ein dyst hvørt móti øðrum. Byrjað verður í morgin, og kappingin endar týsdagin 4. november.

Skert føroyskt lið
Hóast føroyska liðið er tepur ratingfavorittur at endurvinna kappingina, kundi føroyska liðið verið uppaftur sterkari. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvar ikki á landsliðnum sum er.

Avtalan, sum gjørd var millum Talvsambandið og Helga Dam Ziska, tá hann bleiv stórmeistari í 2016, er farin úr gildi, og partarnir eru ikki komnir til sættis um eina nýggja avtalu.

Sum skilst hevur tó samband aftur verið millum partarnar, og talv-Føroyar vóna, at stórmeistarin verður aftur á landsliðnum, tá talvolympiada verður í Budapest næsta ár.

Umframt Helga Dam Ziska, eru Rógvi Egilstoft og John Arni Nilssen heldur ikki við á Jersey. Rógvi verður kortini við, tá landsliðið um miðjan november fer at kappast í stóru EM-talvstevnuni í Montenegro.

Landskappingin útsett
Av tí at landsliðið er farið til stroks í Evropa, verða nakrir dystir í 1. deild í føroysku landskappingini útsettir. Telvast skuldi av røttum nú um vikuskiftið, men hetta er nú broytt.

Dystirnir talan er um, eru hesir:

3. umfar
Klaksvík 1 - Sandavágur 1
Havnin 1 - Sandavágur 2

4. umfar
Klaksvík 1 - Havnin 1
Sandavágur 1 - Klaksvík 2

Dystirnir í 3. umfari verða fluttir til leygardagin 2. desember, meðan dystirnir í 4. umfari verða fluttir til sunnudagin 3. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo