Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú henda risastóra byggiætlanin, skal fremjast í økinum kring Vestmanna, og sum kemur at skemma stórar partar av okkara vøkru náttúru enn meira, er ikki meir enn rætt og rímuligt at vestmenningar fáa okkurt í "endurgjaldið", og her kundi ynski um tunnil til og frá bygdini sum skjótast, verði uppfylt.

Fyri SEV hevði ein tunnil verði upplagdur til kaðalføringina frá pumpuskipanini, vatorkuverkunum, sjóvarfallsdrekunum og vindmyllunum, sum eisini bleiv bíligari, betur og tryggari, enn at leggja kaðal upp um fjøll.

Eisini verður lættari, betri og tryggari at koma til og frá høvuðsgoymsluni hjá SEV, sum jú eisini liggur í Vestmanna.

SEV kemur eisini at hava hópin av øðrum ágóðum av einum tunli til Vestmanna, okkum øllum føroyingum at gagni.

Pumpuskipanin skal gerðast, og tunnilin til Vestmanna skal gerðast.

Tvinni nú tunnilin til bygdina og risastóru útbyggina meir ella minni saman, til eina verkætlan!

Marner Joensen
Vestmanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo