40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í ár verður Altjóða dagurin 6. mai 2017, og triðja árið á rað verður dagurin hildin á Skúlatrøð, har vit í fjør upplivdu ein sera góðan og gevandi dag, ið savnaði fleiri enn 200 fólk, sum møttust at uppliva nakrar av teimum fjølbroyttu mentanum, sum í dag eru partur av føroyska samfelagnum. “International Day” er eitt tiltak, har alt er ókeypis, og øll eru vælkomin at koma, síggja og royna altjóða mat, mentan og framførslur.

Matur: Ein lykil, ið kann fremja integratión
- Øllum dámar góðan mat, og serstakliga tá ið talan er um mat, sum tú vanliga ikki finnur í Føroyum, sigur Rainer Latupeirissa, sum er lemur í integratiónsnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

- Bæði í fjør og í fyrraárið søgdu fólk, sum vitjaðu altjóða dagin, hvussu áhugavert og spennandi tey hildu tað vera at sleppa at njóta ymiskar smakkiroyndir av etniskum rættum, og at tey gleddu seg til at koma aftur á altjóða dagin næsta ár.

- Allastaðni kring heimin er tað púra nátúrligt at tosa um mat, og tá ið tosað verður um, hvussu maturin verður tilreiddur og traditiónirnar aftanfyri, gevur tað fólki eina hóming av mentanini hjá viðkomandi. Hetta var eisini tað, eg upplivdi sum tilflytari her í Føroyum, har eg kom at kenna føroysku mentanina millum annað við at læra um føroyska matgerð.

Klaksvík: Alsamt meir ein fjølmentaður býur
- Altjóða dagurin, ella “International day”, er ikki bara ein success í sær sjálvum, tí hetta tiltak hevur eisini prógvað, at stórur áhugi er millum fólk at koma at kenna tað fjølbroytni, sum tilflytarar geva til okkara lokalsamfelag, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini.

- Í ár hevur Klaksvíkar Kommuna eisini tikið enn eitt ítøkiligt stig á hesi leið við at gerast partur av altjóða felagsskapinum “Intercultural Cities”. Hesin limaskapur verður ætlandi enn eitt amboð hjá okkum at gagnnýta tað tilfeingi, sum finst í sambandinum millum tilflytarar og upprunaliga lokalar borgarar í okkara lokalsamfelag. Tá ið borgarar úr ymiskum sjónarhornum sínamillum luta hugskot, arbeiðshættir og royndir, letur tað upp fyri nýggjum møguleikum og nýhugsan, sum gagna okkara samfelag. Altjóða dagurin er hatta fyrsta stigið á hesi kósini, sigur borgarstjórin.

“International Day”, sum er á Skúlatrøð í Klaksvík, byrjar kl. 11.00 og endar kl. 15.00 nú leygardagin 6. mai 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo