Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein bygdardrongur var komin í handilslæru í Havn. Hetta var fyrst í 1970-unum.

Eitt fríggjakvøld leitaði hann sær inn í Ebenezer, har Bíbliuflokkurin - undir leiðslu av Peturi Háberg - plagdi at hava sínar bíbliuundirvísingarløtur hvørt fríggjakvøld. Saman við øðrum ungum monnum var eg ein partur av hesum tiltaki, ið savnaði fleiri enn 200 fólk - bæði ung og tilkomin.

Júst hendan fríggjadagin, hin 14. januar 1972, var Fíðrikur kongur 9. deyður og frumborna dóttir hansara tók við sum Danmarkar drotning.

Ávegis inn í  Ebenezer og upp gjøgum trappurnar, hittust bygdardrongurin og eg hetta fríggjakvøldið. Vit avráddu at tala saman eftir at Bíbliuflokkurin var liðugur.

Og soleiðis varð.

Saman við Peturi Háberg skiftu vit orð saman um teir ævigu spurningarnar og bóðu saman hesa løtuna, sum gjørdist bygdardreinginum "hin æviga løtan".

Leiðir bygdardrongsins og mín eru av og á bornar saman. Aloftast verður tá "hin æviga løtan" í 1972 umrødd.

Fyri nøkrum døgum síðani ringdi eg til bygdardrongin, sum nú er maður, náddur fram móti dustsins árum. Løtan í Ebenezer fyri 52 árum síðan var honum ljóslivandi. Hann mintist eisini hendingar og arbeiðsfelagar, ið kveiktu neistan í barmi hansara, sum førdi fram til hina "ævigu løtuna" hin 14. januar 1972.

Hóast hesi mongu ár eru runnin í tíðarinnar hav, so var stimbrandi at merkja gleðina og frískleikan í rødd hansara meðan vit báðir mintust aftur á andaligu avgerðarstund hansara fyri 52 árum síðani, tá ið Jesus Kristus gjørdist kongur í lívi hansara.

Svenning av Lofti
lofti@olivant.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo