40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri tjúgu árum síðani sóust ikki nógvir Audi-bilar í Havn, men nú tykjast hesir tekniskt streymlinjaðu vognar at vera heilt vanligir, eisini í Føroyum.

Tað er tann fyritøkan Bilasølan á Vegnum Langa, sum selir teir, og dugnaligir sølumenn borga, sum rímuligt er, fyri bæði tekniskari service og góðum týskum kvaliteti.

Men tað eru nógv, sum ikki kenna ta heldur fløktu og meira enn hundrað ára gomlu søguna hjá Audi-fyritøkuni.

Hon hevur lutvíst danskan uppruna, tí fyrsti maðurin, sum legði lunnar undir fyritøkuna, var tann danski ingeniørurin, Jørgen Skafte Rasmussen, sum var ættaður úr tí lítla lollendska býnum, Nakskov.

Hann var dynamiskur, innovativur og hevði nógvar djarvar tekniskar tankar og planir, men fekk ikki nóg nógvan resonans í Danmark, so hann fór til Týsklands, har hann skjótt gjørdist ein kendur uppfinnari og verksmiðjumaður.

Hann legði fyri við dampdrivnum motorcyklum og bilum longu undir Fyrsta Verðinskríggi, men seinni fór hann í holt við benzin-motorar og gjøgnum long og drúgv eksperiment náddi hann fram til DKW, sum upprunaligastóð fyri "Dampf Kraft Wagen", men skjótt brúkti tann reklamu-køni Skafte Rasmussen heldur tað populera navnið, "Das kleine Wunder", läuft bergauf wie andere runter ella "Deutsche Kinder Wagen"!

Onkur kallaði motorcykluna "Des Knaben Wunsch".

DKW framleiddi jú mest motorcyklur, men eisini afturlatnar bilar.

Hesir tvey-taktarar blivu so populerir, at síðst í 1920´unum var DKW verðins størsti producentur av motorcyklum.

Í 1930 var Skafte Rasmussen illa staddur fíggjarliga, so í 1932 fusioneraði DKW, sum var frá 1916 við tríggjar aðrar týskar bilfyritøkur, Horch frá 1904, Audi frá 1909 og Wanderer frá 1911, og teir skipa í felag Auto-Union, sum seinni fekk sær firmanavnið AUDI.

Horch var kent fyri at gera bæði 8- og 12- cylindraðar bilar.

Við tað, at DKW legði saman við trimum øðrum, fekk fyritøkan sær teir fýra ringarnar sum logo.

Teir fingu eina tíð høvuðssæti í býnum Zwickau, har Skafte Rasmussen var ein av teimum leiðandi teknisku undangongumonnunum. Men í DDR-tíðini flyttu teir til vesturtýskar býir, m.a. Ingolstadt í Bayern.

Tann býurin er í dag ótrúliga nógv merktur av, at AUDI hevur fingið sær tilhald har.

Audi-fyritøkan hevur havt eina sera turbulenta søgu.

Eina tíð vóru teir økonomiskt tengdir at Mercedes Benz, men síðani máttu teir geva seg undir VolksWagen, og har eru teir fíggjarliga enn, hóast teir hava heilt sjálvstøðuga framleiðslu-deild.

Audi er á okkara døgum ein hábærsligur og vælumtóktur bilur, sum serliga miðalklassa-forbúkarar keypa.

Men tann geniali og uppfinnsami Jørgen Skafte Rasmussen hevði sera stóra ávirkan á, hvussu Audi í 1930´unum bar seg at, bæði tekniskt og fíggjarliga.

Honum hevði dámt væl at sæð ta føroysku bilparkina á okkara døgum!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo