40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Fyrr í ár var sera nógv rumbul um bankakervið, og at nú vildi mann kanna møguleikan frá almennari síðu at krevja alt heimaftur. Eisini setti mann Talgilding Føroya á breddan og skuldu hesi bæði tiltøk gerast karmur um eina blómandi KT vinnu í Føroyum.

Nú árið er komið at enda, Jobmatch er júst avhildið, kann takast samanum, og sigast má, at tær blómandi hugsjónirnar eru langt frá blivnar til veruleika.

Arbeiðið við at kanna um bankakervið kann takast heimaftur er ikki farið í gongd, og spurningurin er enn opin, hvør hevur ábyrgdina av at seta ein tílíka kanning í verk.

Talgilding Føroya umboðandi tað almenna og bankarnar, sær út til at vera í gongd við at skifta NEMID út við eina estiska loysn, og lítið føroyskt er í hesum.

Var ikki ætlanin at slogan sum ”Keyp føroyskt” var bulurin í Talgildu Føroyum?

Tað er í øllum førum torført at fáa eyga á tað føroyska í tí, sum nú gongur fyri seg.

Hvør er tað so sum situr aftanfyri og togar í træðrirnar?

Tað kemst ikki undan at Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið, sum hava sera tjóðskaparsinnaðar ráðharrar, er dottið niður í dagligdags trupulleikar og hava gloymt tey idealistisku virðini fyri valið.

Verkætlanin Talgilding Føroya er væl í gongd, og livur upp til sítt endamál at talgilda Føroyar, men tøknin sær út til at verða útlendsk, og tí kann undrast. hví NemID er skrottað.

Ábyrgdarinir av hesi stóru KT verkætlan burdu sett seg inn í viðurskiftini og mett um teir kunnu standa inn fyri hesum.

Tað kann eisini undra, hví KT-felagið, umboðandi vinnuna, ikki hevur gjørt vart við henda trupulleika.

Tann føroyska KT vinnan sær ikki út til at fáa nakran ágóða av hesum.

KT mennari  

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo