Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu palestinastuðlar.

Takk fyri stillføru og hjartanemandi stundirnar niðri í okkara lítla býi. Eg vóni, at vit síggjast jóladag.

Nógvir tankar reita í einum, nú ið tað stundar til størstu hátíðina í okkara sokallaðu kristnu mentan.

Eg haldi onkursvegna, at eitt, ið bindur okkum so ymisku fólk saman har niðri á Speakers Corner, er, at vit eru kenslusom.

Eg meini ikki ovurkenslusom. Lat okkum bara siga kenslusom.

Vit hava okkara egna lív og sjónarhorn. Eisini eru vit kanska á einum menningarstigi í tilveruni, sum stýrir okkum ávísan veg. Sjálvur havi eg upplivað tað góða at verða loystur úr trongum bondum. Eg kenni meg frían av sonnum við teimum avbjóðingum, sum lívið hevur at bjóða einum og hvørjum okkara. Eisini mær.

Tað er uttan iva á hesum grundarlagi, at eg meini tað, sum eg meini.

Og hóast eg ivist í øllum meiningum, mest mínum egnu, so havi eg nú fingið ektaða andstygd fyri okkara sokallaðu kristnu mentan. Tað var tað, sum eg vildi siga við hesum jólaevangelii.

Í roynd og veru er andstygdin djúp. Tivoli-útvarpstólið hevur staðið frá ein tíma hendan guddómliga tollaksmessumorgun. Har hava nøkur kend og fitt fólk hugleitt um, hvussu ótrúliga haldførur kristindómurin er, eisini í hesum tíðum.

Tað er vælsignað, at tey sleppa at tosa. Eisini er tað gott at kunna svara, at tað, sum tey siga, kennist ómetaliga ótýdligt. Tað er skilaleyst at hálova okkara kristindómsfatan uttan at nevna børnini í Gaza. So skilaleyst, at ein leitar yvir í tað patologiska spektumið at seta nálina.

Men her í Føroyum gera vit bara, sum vit plaga. Vit hugsa ikki. Vit taka somu støðu sum fyrr - og sum hini. Túsundtals børn verða myrd við stuðli frá okkara kristnu mentan via Danmørk og USA, men vit halda fram at gera somu moralsku tvingsilsniðurstøður. Vikað verður ikki við "tað góða" í kristindóminum. Boðskapurin ljómar, sjálvt um moralska fallið má sigast at vera fullkomið. Hetta kennist sum eitt slag av landsumfatandi autismu.

Hvat skal mann siga? Gleðilig jól? Ókey: Gleðilig jól.

Men jóladag er bara ein bøn, sum kann verða tikin í álvara: Bønin fyri dripnu og løstaðu børnunum í Gaza.

Bleiv føðingardagsbarnið borið í heim nú, hevði tann stóri koreografurin møguliga vrakað fjós og krubbu og latið son sín føða í húsaleivdunum í Gaza.

Høgni Mohr
Rithøvundur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo