40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Tanum hevur verið í Nólsoy eftir fólki nú Erla Kongsdóttir er tikin úr siglingini, tí rútur í stýriborði brotnaði, tá Erla Kongsdóttir var á veg úr Nólsoy til Havnar í morgun.

Eini 30 fólk vóru við, tá óhappið hendi.

Hetta er aðruferð at rútur er brotnaður á Erlu Kongsdóttir, og tá lá skipið í fleiri vikur, til tað var umvælt. Tá varð sagt, at nýggir rútar av betri tilfari skuldu setast í.

VP skrivaði fyrr í morgun, at ongin dramatikkur var umborð, tá rúturin brotnaði. Rúturin var lamineraður, so hol kom ikki á. Men ferðafólkini hava fingið at vita, at ferjan siglir ikki meira fyribils.

Rúturin sum brotnaði í morgun er ikki ein av rútunum sum áður er brotnaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo