Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael - Mynd: Jógvan Páll Joensen

Føroyski bonkurin móti Ísrael – Mynd: Jógvan Páll Joensen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael - Mynd: Jógvan Páll Joensen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael - Mynd: Jógvan Páll Joensen

Føroyski bonkurin móti Ísrael – Mynd: Jógvan Páll Joensen

FSF: Tað sá leingi rættuliga gott út hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, ið hósdagin spældi fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Ísrael.

Eftir fyrra hálvleik á Ramat Gan National Stadion í Tel Aviv, har pláss er fyri næstan 14.000 áskoðarum, var málleyst. Men tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla fekk heimaliðið hol á, og átta minuttir fyri leiklok bleiv støðan 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

– Vit spældu ein góðan dyst, og áðrenn hinar fingu nakað mál, høvdu vit tveir rættuliga góðar møguleikar at koma á odda. Men eydnan var ikki við okkum. Gamaní hevði Ísrael bóltin meir, men veruliga vandamikið gjørdist tað sjáldan. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikið hjá okkara gentum, sum høvdu uppiborið meira, sigur venjarin, Pauli Poulsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hini bæði londini í bólkinum eru Norðurírland og Luksemborg, og har gjørdist úrslitð 2-1 til norðurírar. Sunnudagin fara liðini á vøllin aftur, og tá møtast Norðurírland og Føroyar, og Ísrael og Luksemborg. Seinasta umfar í kappingini verður spælt mikudagin 16. mars.

Føroyski bonkurin móti Ísrael – Mynd: Jógvan Páll Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo