40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánakvøldið kl. 20 skipar Kvinnufelagið í Havn fyri almennum tiltaki, har Rigmor Dam fer at greiða frá um verkætlanina “Tær góvu lív”- um kvinnur, sum doyðu í barsilssong.

Málið við verkætlanini er at varpa ljós á hendan part av søgu okkara, sum vit vanliga ikki hava tosað so nógv um. Helst tí talan er um familjulív og barnakor, um sosial viðurskifti, kynslív og heilsu, sálarfrøði og trúðarlív, alt við einum kvinnuligum vinkli.

Framløgan í Mettustovu er við til at vekja minnið um hesar lagnur, og vónandi fæst eisini samband við heimildarfólk, sum kunnu vera við til at lýsa hendan part av søgu okkara. Ætlanin er at orða eitt rit og at seta ein minnisvarða yvir hesar, sum lótu lív, tá tær góvu lív.

Tiltakið verður í Mettustovu, Skipar Hansensgøtu 5 í Havn.

Øll eru vælkomin, sigur Kvinnufelagið í Havn í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo