40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: So hevur Synergi fingið avtalu við teir tríggjar: Sálarfrøðingin Svend Brinkmann, antropologin og tjóðarsavnsstjóran Rane Willerslev og tí náttúruvísundarliga granskandi rithøvundan Tor Nørretranders.

Teir koma til Føroya og fara at halda ein spennandi temadag í Norðurlandahúsinum tann 24. september 2021.

Á skránni | 3 sterkir kjakarar um tíðarinnar rák
Kom og hoyr Svend Brinkmann greiða frá, hví hann heldur tað vera so týdningarmikið at STANDA FAST. Rane Willerslev, sum heldur, at vit tvørturímóti skulu HUGSA VILT og Tor Nørretranders, sum sigur, at vit skulu HYGGJA FRAM.

Út frá teirra dagliga virki og ritverkum leggja vit til merkis, at teir síggja heimin frá hvør sínum sjónarhorni. Í hesum sambandi hava teir skrivað bókina SAMTALEKUR, sum – umframt Stå fast, Tænk vilt og Se frem – verður ein av snúningsdeplunum á degnum.

Hvussu kunnu teir – sum eru so ymiskir – hava eina góða, mennandi og gevandi samrøðu? Og hvussu kunnu vit?

Stimbrandi, forkunnugt og prikandi vilt
Tú fært ein dag, sum er fullur við rámandi fyrilestrum og samrøðum. Tú fært vitan og innlit í, hví tú eigur at standa fast, hugsa vilt og hyggja fram. Kom og síggj tilveruna frá nýggjum sjónarhornum. Tú fært inspiratión, motivatión og verður lyft/ur uppfrá.

Tað verður bæði stimbrandi, forkunnugt og prikandi vilt!

Introprísur til tey, sum tekna seg seinast 25. februar 2021
Synergi hevur valt at bjóða teimum, sum teknað seg seinast 25. Februar 2021 ein introprís. Tú sparir kr. 500 + mvg.. Eru tit 5 ella fleiri, sum tekna tykkum saman, fáa tit harafturat bólkaavsláttur.

Gleð teg til ein stimbrandi, forkunnugan og eitt sindur villan dag ;)

Les meiri um dagin her >>

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo