40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Skaðin var ikki størri enn at strandfaraskipið Ternan kann fara beint aftur í sigling longu í morgin, eftir óhappið í Skopun í dag, har Ternan rendi á land og varð standandi til hon sjálv slapp av aftur tá tað fløddi.

Strandferðslan boðar frá á heimasíðuni, at Ternan byrjar aftur í sigling sambært ferðaætlanini í morgin.

Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá SSL, upplýsir fyri VP, at tað vóru "menniskjalig mistøk" sum vóru orsøk til hendingina í Skopun í dag.

- Ein frágreiðing verður skrivað, og eg havi ikki hug at siga meira um tað beint nú, sigur hann.

Kavarar hava verið niðri og kanna skrokkin, tvær buglur eru komnar fremst á skipinum, men ongin leki er, og Skipaeftirlitið hevur givið loyvið til, at skipið kann halda fram í siglingini fyribils.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo