Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

- Henda tíðin við korona ger, at vit mugu boyggja okkum so lang og taka upp aftur samstarv við Fólkaflokkin, sigur ein eyðmjúkur fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.

 

- Higartil áralanga bannið, haldi vit tosa um seks ár, av Fólkaflokkinum er hervið avlýst.

 

- Hetta er ein svár avgerð, men sum tá ið Móses rætti stavin hjá sær út yvir Reyðahavið og bjargaði ísraelsmonnum, rætti eg nú  mína hond út móti formanninum í Fólkaflokkinum.

 

- Nú eigi eg mínar røtur í Sørvági og kenni tað sum oyna skyldu, at vit samstarva heldur enn at kríggjast við formannin í Fólkaflokkinum, sum oysini er sørvingur, sigur Aksel V Johannesen.

 

Sí video-intervju her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo