Eitt avrit av testamentinum hjá Berlusconi hevur verið at sæð í fleiri miðlum í dag - bæði italskum sovæl sum altjóða. Og meðan nógv er sum roknað var við, so er eisini okkurt áhugavert at finna í testamentinum.
Tá ið Berlusconi doyði metti tíðarritið Forbes, at ogn hansara var 6,4 milliardir evrur – svararandi til nakað yvir 47 milliardir danskar krónur.
Og eru tað nakrir av hesum pengunum, sum nú eru skiftir, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo