40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndirnar eru frá eini stuttligari rundferð í gjár, har vit vitjaðu og prátaðu við 67+-hópin í Badmintonhøllini, svimjandi pensjónistar í Svimjihøllini og vælupplagdar sluppvinir á vestaru bryggju

Myndirnar eru frá eini stuttligari rundferð í gjár, har vit vitjaðu og prátaðu við 67+-hópin í Badmintonhøllini, svimjandi pensjónistar í Svimjihøllini og vælupplagdar sluppvinir á vestaru bryggju

Myndirnar eru frá eini stuttligari rundferð í gjár, har vit vitjaðu og prátaðu við 67+-hópin í Badmintonhøllini, svimjandi pensjónistar í Svimjihøllini og vælupplagdar sluppvinir á vestaru bryggju

Tórshavnar kommuna: Pensjónistar í Havn kenna seg ikki aftur í kjakinum um tær ovurstóru útreiðslurnar av teimum eldru. Pensjónistarnir meta ikki, at tey umboða meginpartin av teimum, ið berjast við sokallaðar vælferðarsjúkur. Sum ein vælkendur pensjónistur segði: Tey, ið verða rakt av ringastu vælferðarsjúkunum, gerast sjáldan pensjónistar.

Hinvegin fáa tey eldru sjálvsagt aldurstreytaðar sjúkur. Men tað gera tey nakað við. Tey eru aktiv og taka av hópin av tilboðum um venjing og fyribyrging. Í Havn eru 62% av báðum kynum upp til 75 ára aldur framvegis á arbeiðsmarknaðinum. Hetta vísti ein gallupkanning, sum Eldraráðið í Havn lat gera fyri nøkrum árum síðan.

Vælferðarsjúkur og aldurstreytaðar sjúkur eru í flestu førum heilt hvør sítt. Hetta sæst eisini aftur á heilsustøðuni. Á einum stiga frá 1 til 7, har 7 er sera góð kroppslig heilsustøða, liggja tey eldru við einum meðaltali uppá 5,7. Verður spurt um sálarliga heilsustøðu, er støðan uppaftur betri við einum meðaltali uppá 6,4.

Mongum eldri í Havn dáma ikki ábendingarnar um, at tey eru ein fíggjarlig byrða fyri samfelagið. Tey eru væl fyri, 93% av teimum búgva í sínum egna heimi, 87% í sethúsum og 6% í íbúð. Tey hava rímiliga góðar pensjónir og tey gjalda fyri seg, um tey einaferð fáa tørv á røktarhjálp.

Hesi dragast generelt ikki við vælferðarsjúkur, tey liva meira “føroyskt” og nógv sunnari enn tey yngru. Og at hagfrøðingar nú finna útav, at tey eldru gerast fleiri, tí tey liva longri og betri, tað er ikki nakað nýtt fyri tey eldru.

Tey, sum nú eru millum 60 og 75, eru stórt sæð nøgd og liva leingi. Tað setir størri krøv til tey sjálvi um at liva betur, at fara betur við sær sjálvum, tí tað er lítil dugur í at liva leingi, um tey ikki eisini liva væl. Og tað taka tey flestu til eftirtektar.

65% røra seg fleiri ferðir um vikuna. Tey flestu ganga, summi svimja og gera fimleik - heili 90% røra seg eina ella fleiri ferðir um vikuna. Hetta er sera áhugavert, tí tað vísir, at hesi tilkomnu lutfalsliga røra seg nógv meira enn alt Føroya fólk sum heild.

Miðalaldurin hækkar støðugt, tí fólk liva longri enn áður. Og flestu meta, at vit áttu øll at fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri, sum hava eitt virkið lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini.

Okkara tilvitan um, at matur og rørsla eru heilsugóð, er grundleggjandi, og tí hevur rørsla stóran týdning og er viðkomandi fyri øll, sum kunnu røra seg. Júst hetta, at aktivera borgarar – at eggja til ítrótt og rørslu – er eitt av hjartamálunum hjá teimum, sum varða av landsins størstu kommunu. 

At tey eldru gerast fleiri í einum samfelag við so stórum fólkavøkstri, er sjálvsagt. At fólk liva longri og betri er ein stórur fyrimunur fyri samfelagið. Men tað er líka so sjálvsagt, at nógv gerast óhjálpin – og at útvega nógmikið av starvsfólki til hesa uppgávu er ein sjálvfylgja, sum kommunur og tað almenna fyri langari tíð síðan áttu at hava havt byrjað at lagt upp fyri.

Tey flestu halda tó, at tað sjálvandi setir stór krøv til samfelagið um tillagingar, fólk mugu fáa loyvi til at vera virkin longri á arbeiðsmarknaðinum, og allar okkara vælferðarskipanir mugu lagast til, at fleiri eldri verða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo