40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nógv vatn er runnið í ánna, og stórar aldur eru skolaðar niðan á sandin, síðan hugsanin vitjaði á fyrsta sinni. Hesin stóri spurningurin: Hvussu kunnu vit liva eitt eydnusamt lív og spreiða gleði rundan um okkum?

Í makligum dýrdarveðri, tá ið tað stendur við klettin, og ikki ein ond rørist. Slíkar løtur hevjar hugsanin seg uppfrá og fær luft undir veingirnar. Tær høgu hæddirnar draga, og gøtan niðan á hamaran móti tindinum tykist gongd.

Øðrvísi eru løturnar í skýmingini, tá ið brimið stendur í grasið. Øtlandi veður og ilska í sjónum, so sjálvt hin makliga tjørnin er vaknað av natúrunnar skiftandi lyndi. Løtur í óveðri eru ein álvarslig avbjóðing.

Eydnan, – hesin viðkvæmi vøksturin, ið er torførur at gróðurseta. Eydnan, hvør er hon, og hvussu fæst hon at vaksa og mennast? Hin sanna eydnan, ið ikki einans sær út sum um ella ber brá av sælu.

Á ferð í hugans heimi vitjaði hugsanin, at eydnan ongantíð er eitt mál í sær sjálvum. Tað letur seg valla gera at arbeiða fram ímóti eydnuni út frá eini stevnu ella einum málsetningi. Tá ið vit seta eydnuna á dagsskrá, hendir tað mangan, at verkið miseydnast ella verður ein ovurstór avbjóðing við tvørrandi nøgdsemi.

Eydnan er ikki eitt mál í sær sjálvum. Eydnan er harafturímóti – tykist mær – ein fylgja av nøkrum øðrum, hon er jaligt hjáárin.

Eydnan er nakað eyka, ið vit fáa afturat nøkrum øðrum. Eydnan er krúnan av ósjálvsøknum verki, har onnur ella annað hevur fyrstu raðfesting.

Ósjálvsøkni ella at vera nakað fyri onkran er gøtan niðan á fjallið, ið gevur útsýni inn í tað innasta rúmið í hjartanum. Tá ið hugsanin ikki dvølur við meg og mítt. Tá ið onnur atlit verða tikin, ið gagna teimum avvarðandi og umhvørvinum eins nógv ella meira enn mær sjálvum.

Onkustaðni uttanfyri meg sjálvan liggur eydnan. Hon er at finna í relatiónum. Eydnan er ikki nakað, ið eg skapi mær sjálvum til frægdar. Hon kemur til mín uttanífrá.

Ta løtu, eydnan er mín lutur, er hon viðbrekin. Vit kunnu valla nøra um hana og als ikki seta hana í búur.

Men, vit kunnu fjálga um upphavið ella kelduna, har eydnan við ánni rennur okkum ímóti, ella hon verður borin av vindinum. Vit finna ikki eydnuna, hon kemur til okkum. Eydnuna kunnu vit taka ímóti við at velja lívið, ið gjørdist okkara tilvera.

Verður eydnan ósædd ella misrøkt, hvørvur hon og fer frá okkum. Síggja vit fyrst møguleikan afturlítandi, tá ið hann er farin, hava vit ligið sjóvarfallið av okkum. Torfør er siglingin í streymasjógvi, um vit hava sjóvarfallið ímóti okkum. Og tó, – mær er sagt, at sigling við streyminum, tá ið tað rekur hart, krevur hegni á brúnni.

Møguleikin til eitt eydnuríkt lív liggur í tí heimliga umhvørvinum. Tað ræður um at síggja tað stóra í tí smáa. Tað er umráðandi at síggja andlitini, hoyra røddina og nema andadráttin. Eydnan er og verður altíð borin av livandi tilfeingi.

Jú, sanniliga er tað tímiliga og lívleysa gott. Uttan øvundsjúku verður ásannað, at vit eru mong, ið kundu hugsað okkum eitt størri mál av gulli, so lívið varð lættari at liva. Men er gull eydnan í orðsins sanna týdningi? Er eydnan ikki livandi tilfeingi?

Kveikjandi eru orð Meistarans, hann, ið ikki hevði ein kodda at halla høvur sítt at, hóast revarnir áttu heimligar holur. Meistarin, ið við einum neista av anda kyndi kyndilin, ið varpar ljós á lívið, tað sanna æviga lívið saman við menniskjum og frelsara heimsins.

At vera nomin av Anda Guðs og leiddur niðan á fjallið og lærdur at síggja útsýnið inn í hjartað. At síggja andlitini og persónin aftanfyri andlitið. At síggja menniskju skapað í Guðs mynd og endurskapað í sáttargerð Jesu Krists.

At vera til staðar í tilveruni og gagna teimum, ið gera mistøk og snáva á leiðini. At rætta hondina út og hjálpa uttan fordómar og døming. At geva øðrum innlit í útsýnið, har Guðs kærleiki er alt í øllum. Har hvør synd í Jesu blóði verður reinsað eins og skínandi gull.

Mær untist í lívinum kærleikans hendur, ið góvu mær lívsmót myrkar løtur. Hendur, ið studdu væl, tá ið torført var at ganga. Hendur, ið bóru, tá ið harðast leikaði á. Túsund tøkk fyri tað!
Heimligar hendur, hendur í kirkju og samkomu, samfelagsins hendur, t.d. sjúkrahúsverkið. Fyri mær eru hesar hendur aðalmál lívsins og eydnuríkt ríkidømi.

Sosiala tilvitanin og samábyrgd gjørdu tey fyrstu kristnu eydnurík. “Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felagi.” (Ápostlasøgan 2,44). Tá grør eydnan eisini á okkara leiðum í Jesu navni. Amen.
Orðið: “Tað, ið rættvísir ynskja, verður eina til eydnu, tað, ið gudleysir vóna, verður til vreiði.” (Orðtøk Sálomons 11,23).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo