40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ein av veteranunum í føroyskari ferðavinnu, Sámal Bláhamar, segði einaferð fyri nógvum árum síðani, tá hann næstan var einsamallur í vinnuni, at vit áttu at gera Føroyar til eitt land fyri tey sum høvdu pengapungin í ordan.

Okkurt bendir á, at vit í dag eru komin hartil.

Í grein í Financial Times, við heitinum "Lívið á eggini: Fimm dagar í Føroyum" verður greitt frá millum annað mati, mentan og útferðarmøguleikum.

Síðst í greinini kemur fram, at ein túrur til Føroyar, sum varar í fimm nætur, kann keypast fyri 7.500 pund og uppeftir, tá fýra ferðast saman. Tá er ferðin til og úr Føroyum ikki íroknað. Tað svarar til um 65.000 krónur í okkara pengum.

Les greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo