Í drúgvari grein á netinum skrivar bretski miðilin The Independent um Føroyar og føroyskt strev at vinna viðurkenning, millum annað sum fullgildugur limur í Olympisku Leikunum.
Greinin hevur svimjaran Pál Joensen, sum luttók undir donskum flaggi í OL, sum snúnigspunkt men tosað verður eisini við Atla Gregersen, leikara á føroyska fótbóltslandsliðnum og Jens Martin Knudsen, kanska kendasta fyrrverandi leikara á føroyska fótbóltslandsliðnum umframt Katrina Dagbjartsdóttir og Tóru við Keldu sum hava luttikið á paralympisku leikunum.
Eisini er samrøða við landsstýrisfólkini Poul Michelsen og Rigmor Dam.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo